Snjómánafólkið 2 - Friðleys

Ingun Christensen
Snjómánafólkið 2 - Friðleys

"Deyðin hevur fylgt mær, síðan eg var fødd."

Er lagnan deyðin, nú Saga situr fangi í einum myrkum fangakliva í Mánatemplinum? Ætla prestinnurnar at ofra hana til mánagudinnuna Lunu ella lata hana upp í hendurnar á Haraldi Tummatongli, sum hevur lýst hana friðleysa fyri drápið á sonin? Ella kanska okkurt heilt triðja?


Saga veit, at tað endar við deyðanum, um hon ikki onkursvegna flýggjar úr templinum; sama templi hon flýggjaði úr sum smágenta. Men hvussu skal tað eydnast henni? Hon er leinkjað, vápnaleys og púra einsamøll í fíggindalandi. Vónloysi og vón berjast innan í henni, meðan hon spinnur eina ætlan, sum er vandamikil og kann enda við deyðanum.


Hetta er onnur bókin í tríverkinum Snjómánafólkið. 

Útgávuár
2026
Rithøvundar
Upprunamál
Føroyskt
Aldursbólkur
ISBN
978-99972-3-130-7

Um høvundan

Ingun Christensen

Ingun Christensen (f. 1968) er føroyskur rithøvundur. Hon er uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa. Hon hevur útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum. Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum fevnir um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað er meira innan tað fakliga.
Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í kvinnu í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin. Seinastu nógvu árini hevur hon skrivað bøkur til børn, ung og vaksin. Í 2022 vann hon skaldsøgukappingina Ta føroysku bókhandlaravirðislønina við bókini Vilstar røtur. Umframt bøkurnar hevur hon skrivað søgur í Míni jólabók í nógv ár. Ingun býr í Hósvík og eigur ein son.

 

Útgávur:

2026 Snjómánafólkið 2 - Friðleys
2025 Snjómánafólkið 1 - Rúnaspá
2022 Sólgrátur
2019 Marin fær ein lítlabeiggja
         Løgmansdóttirin á Steig
         Húsfrúgvin í Húsavík
2018 Marin og hjartavætturin
2018 Katrin í Toftum
2017 Annika í Dímun
2015 Skuggamyndir
         Rani - Vár og vónir
2014 Rani - Ein nýggj byrjan
2013 Eiturkoppaprinsessan
2010 Garðvættrarnir gera uppreistur