Snjómánafólkið 1 - Rúnaspá

Ingun Christensen
Snjómánafólkið 1 - Rúnaspá

Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla Saga eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at tær eru bundnar av blóði. Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnalesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.
Saga litar silvurlitta hárið, fjalir arrið í pannuni og ferðast einsamøll avstað saman við úlvinum Skinnhvíta. Hon ætlar sær í læru sum skjaldmoyggj hjá tí máttmiklu vølvuni í Vesturlandinum, eins og Thyra. Hon má læra at brúka vápn, og hon má vera til reiðar at gera alt, sum skal til.
Hetta er fyrsta bók í tríverkinum Snjómánafólkið.

Útgávuár
2025
Rithøvundar
Upprunamál
Føroyskt
Myndir
Høgni Egholm gjørdi permumyndina
Síðutal
172
Slag
Innbundin
ISBN
978-99972-3-076-8

Um høvundan

Ingun Christensen

Ingun Christensen er føroyskur rithøvundur, fødd í 1968 og uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa. Hon hevur útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum. Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum fevnir um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað er meira innan tað fakliga.
Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í kvinnu í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin. Seinastu nógvu árini hevur hon skrivað bøkur til børn, ung og vaksin. Í 2022 vann hon skaldsøgukappingina Ta føroysku bókhandlaravirðislønina við bókini Vilstar røtur. Umframt bøkurnar hevur hon skrivað søgur í Míni jólabók í nógv ár.

Ingun býr í Hósvík og eigur ein son.