Ungdómsbók, sum fer fram í Havn. Ein beinrrakin lýsing av ungdómslívi, sum tað er her og nú.
"Tá hann kemur upp á deildina, er hann einsamallur á gongini, hoyrir røddir onkrastaðni, men sær ongan. Uttanfyri hurðina hjá mammuni stendur hann eina løtu og heldur ondini. Hann ger av at lúra innar, kanska svevur hon, kanska kann hann koma aftur seinni.
Hann gloppar hurðina eitt vet, bert so mikið at hann sær inn á fótalagið á songini har yviri við vindeygað. Hann hoyrir okkurt skav har inni frá, eins og føtur, ið flyta seg runt á gólvinum. Er hon farin upp? Áðrenn hann fær hugsað meira, sær hann í bakið á einum manni, hann heldur onkrum í kneppinum og førkar seg runt, eins og dansar hann. Tá ið maðurin vendir sær á, kennir hann pápa sín aftur.
Pápin hyggur niður í føvningin, sum á ein nýføðing, hann heldur inn at sær. Mamman er ballað í eitt teppi. Rani hugsar, at hon óivað næstan einki vigar longur. Hann stendur leingi og eygleiðir tey, sær tey hvørva inn í rúmið og sveima út ímóti vindeyganum aftur 'Í flóð av ljósi fari eg at dansa...'”
Hetta er brot úr nýggjari føroyskari ungdómsbók, sum fer fram eitt vikuskifti í Havn.
Júst hetta brotið er um ein drong, sum hevur stóra sorg av, at mamman liggur á sjúkrahúsi við krabbameini. Hann er ein av teimum tíggju ungu, sum verða lýst í bókini, hvør úr sínum sjónarhorni. Allir ummælarar hava higartil verið á einum máli um, at hetta er nýbrot í føroyskum ungdómsskaldskapi, bæði viðvíkjandi evni og lætta málinum, hon er skrivað við.
Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er rithøvundur úr Havn. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í føroyskum málið og bókmentum. Marjun er fjølbroyttur rithøvundur og hevur útgivið bøkur til børn og vaksin í fleiri ymiskum tekstasløgum.
Hon hevur vunnið stuttsøgukapping í Dimmalætting, fekk aðru virðisløn í stuttsøgukapping á Listustevnu Føroya í 2001 og fyrstu virðisløn fyri útvarpsleik á Listastevnu Føroya í 2002. Í 2015 vann hon skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum við bókini Óendaliga vera, sum Bókadeildin gav út árið eftir.
Í 2020 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri ungdómsbókina Sum Rótskot. Fleiri av bókunum hjá Marjuni hava verið tilnevndar til at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Útgávur:
2001 Kópakona í Mjørki í heilum
2004 Ein farri av kolvetni
2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?
2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?
2009 Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?
2010 Skriva í sandin
Skriva í sandin í Elskar - elskar ikki
2016 Óendaliga vera
2020 Sum rótskot
Heiður:
2000 Fyrstu virðisløn frá Dimmalætting fyri Russiskur dansur
2001 Listastevna Føroya, 2. virðisløn
2002 Listastevna Føroya, 1. virðisløn
2008 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
2011 White Raven Deutsche Jugendbibliothek fyri Skriva í sandin
2015 Tann føroyska bókhandlaravirðislønin fyri besta skaldsøguhandrit
2020 Mentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Sum rótskot