Søgan um Sigursteinin er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin og ravnin
Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn.
Erla hoyrir okkurt skav aftan fyri seg og vendir sær á: ”Har stóð eitt grátt skepilsi á gólvinum framman fyri skápinum. Erla hvein. Gráa skepilsið stakk uppfrá og vendi sær kvikliga…”
Sópikinn er úti í týðandi ørindum, og Erla er ein meinbogi á vegnum, so hann má taka eina skjóta avgerð, hvat gerast skal við gentuna.
Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni.
Bókin er eisini sera væl egnað sum upplestrarbók
Bergur Rasmussen er lærari og rithøvundur, búsitandi í Vestmanna.
Bergur tók í 1996 prógv á Føroya Læraraskúla. Hann starvast í Skúlanum á Fløtum.
Hóast Sigursteinurin er fyrsta bókin, hann hevur skrivað, so kenna vit hann frá rættiliga nógvu týddu bókunum, hann hevur latið úr hondum síðan aldarskiftið.
Útgávur:
2008 Sigursteinurin