Rimarúmið - Tóra 1

Elin Michelsen
Rimarúmið - Tóra 1

Huldufólk eru at finna í íslendskum og føroyskum tjóðminnum. Tey eru yvirnatúrligar verur, sum liva í náttúruni. Tey síggja út og bera seg at sum menniskju, men liva í einum parallellum heimi. Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug (kelda: wikipedia.org).

Rimarúmið er fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

 

Tóra steðgar, leggur pannuna móti rimunum og starir inn í hvíta meldurin, meðan hon heldur í rimunum við báðum hondum.

- Vís mær, teskar hon út í hvítu kvirruna.

Hon skilir ikki heilt, hvat hon sær, tí har er eingin litur at síggja í rimarúminum. Eingin litur til hennara. Og tó. Stormurin inni í rimarúminum tætnar. Flykrurnar flúgva tættari og tættari saman, til tær at enda fáa skap.

Tóra veit, at hon hevur gjørt okkurt galið, men hon minnist ikki, hvat tað er. Hon endar í einum skúla, hon aldrin hevur hoyrt um, saman við fólkum, hon aldrin hevur sæð fyrr. Og tey duga ymiskt. Ymiskt, sum ikki eigur at vera gjørligt; sum eingin eigur at duga. Hon kann ikki vera ein teirra — kann hon? 

Útgávuár
2021
Rithøvundar
Upprunamál
Føroyskt
Evni
Fantasy, ungdómur
Síðutal
382
Slag
Heft
ISBN
978-99972-0-721-0

Um høvundan

Elin Michelsen

Elin Michelsen (f. 1973) er rithøvundur úr Havn. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan.

Rimarúmið er fyrsta skaldsøgan hjá Elini, og fyrsta bókin í fantasy-røðini um Tóru. Onnur bók í røðini, Vanvarði, kom í 2022, og triðja og seinasta bókin, Feigdarfræ, kom á vári 2024. Í 2024 fekk Elin Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri tríverkið um Tóru.

 

Útgávur:

2024 Feigdarfræ - Tóra 3
2022 Vanvarði - Tóra 2
2021 Rimarúmið - Tóra 1

 

Heiður:

2024 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs