Vatnflóð og jarðskjálvtar eru í býnum, men eingin veit hví. Úr sínum loyniliga træi sær Asta rotturnar tysja runt í viðarlundini. Í skúlanum droymir hon um, at takið sorlast niður í høvdið á teimum øllum. Undir asfaltinum og betonginum hóttir ein vera við at leggja allan býin í oyði. Ein dagin stendur Asta andlit til andlits við hana.
Ein søga um ódjórini, sum liva rundan um og innan í okkum.
Silja Aldudóttir (f. 1992) er úr Havn. Silja hevur lisið føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya og starvast sum ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Ódjór er hennara fyrsta útgáva. Hon hevur eisini útgivið stuttsøgur í m.a. Míni jólabók og týtt fleiri bøkur til føroyskt.