Boksarin, sum noktaði at sláa. Listskoytarennarin, sum var við i olympisku leikunum bara ellivu ára gomul. Fótbóltsliðið, sum óttaðist síni egnu viðhaldsfólk. Tað er summar av fyrstu ítróttastjørnum í heiminum.
At íðka ítrótt er ikki nýtt. Í fleiri túsund ár hava fólk kappast ímóti hvørjum øðrum á íttróttavøllum. Líka so leingi hava ítróttarstjørnur verið til. Tað hevur fingið viðhaldsfólk at finna saman á áskoðaraplássum, at heiðra ítróttastjørnurnar og geva ilt av sær, tá ið tað ikki gongur eftir vild. Fleiri ítróttarstjørnur eru gloymdar. Aðrar minnast vit leingi. Í hesi bókini kanst tú lesa um tíggju tær fyrstu og størstu stjørnurnar og ítróttin, sum tey íðkaðu.
Bókin er lilla faktakrabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.