Gávan

Emma Virke
Gávan

Vælkomin til GÁVUNA - hetta er ein bók, sum er ólík øllum øðrum bókum! Fyrst bjóðar bókin inn í føðingardagin hjá Billu. Men vit eru komin ov seint. Allir gestirnir eru farnir, og allar gávurnar eru latnar upp. Uttan ein! Ein gáva krógvar seg í kamarinum hjá Billu … Tað vísir seg at vera ein keðilig gomul bók, um ein drong, sum eitur Kláus og livir í einari aðrari tíð. Men bókin er kanska ikki so keðilig hóast alt, tí Kláus hevur eisini føðingardag, og hann hevur eisini fingið ein bók í føðingardagsgávu. Bókin hjá Kláus snýr seg um hundin Pim, sum hann hevði ynskt sær, so leingi sum hann mintist. Í endanum av bókini grevur Pim seg út úr bókini og inn í heimin hjá Kláusi! Og saman leypa Kláus og Pim víðari inn í heimin hjá Billu og út í okkara heim! Hvussu alt endar? Spyr heldur, um hendan bókin yvirhøvur ENDAR!

Emma Virke og Emelie Östergren hava við Gávuni skapt naka heilt serstakt: eina bók við trimum ymiskum bókum í ymiskari stødd. Tilsamans siga tær søguna, um hvussu søgur skapa nýggjar søgur og liva víðari langt eftir, at síðsta síðan er lisin. 

Útgávuár
2026
Rithøvundar
Emma Virke
Týðari
Sanna A. Dahl
Upprunamál
Svenskt
Myndir
Emelie Östergren
Síðutal
64
Slag
Innbundin
ISBN
978-99972-3-016-4