Veggir, sum skrambla saman, armystivlar við skitti og blóði. „Tú ert deyð og ein mordari!”
Orðini hjá Róari duka í høvdinum á Tóru. Hevur hon veruliga dripið eina gentu? Billa er horvin, og Róar hevur tikið ræðið á skúlanum. Hvørja løtu væntar hon at blíva blakað úr skúlanum, og fólk halda seg burtur frá henni. Tíbetur hevur hon kvartin at líta á, men hvussu við Leika?
Gávurnar hjá Tóru gerast sterkari og sterkari, men hvussu leingi kann hon halda eldinum í skríninum niðri?
Feigdarfræ er síðsta bókin í tríverkinum um huldugentuna Tóru og hennara stremban eftir at finna út av, hvør hon er.
Elin Michelsen (f. 1973) er rithøvundur úr Havn. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan.
Rimarúmið er fyrsta skaldsøgan hjá Elini, og fyrsta bókin í fantasy-røðini um Tóru. Onnur bók í røðini, Vanvarði, kom í 2022, og triðja og seinasta bókin, Feigdarfræ, kom á vári 2024. Í 2024 fekk Elin Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri tríverkið um Tóru.
Útgávur:
2024 Feigdarfræ - Tóra 3
2022 Vanvarði - Tóra 2
2021 Rimarúmið - Tóra 1
Heiður:
2024 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs