Livandi lýsing av hvussu ymiskir dreingir eru av lyndi og um vinalag teirra millum.
Marianna Debes Dahl (f. 1947) er føroyskur rithøvundur úr Vestmanna. Hon er útbúgvin lærari, men starvaðist eisini sum rithøvundur burturav í nøkur ár. Marianna var aktiv á vinstravonginum og skrivaði í kommunistiska blaðið Fríu Føroyar frá 1983 til 1993. Hon hevur umframt at skriva bøkur eisini framleitt ein hóp av sendingum til Útvarp Føroya.
Fyrsta bók hennara var Burtur á heiði, ein barnabók, ið vann fyrstu virðisløn í kapping um at skriva barnabók.
Útgávur:
1996 Burtur á heiði
1997 Úti á leysum oyggjum
2001 Flosi fer í føðingardag
Heiður:
1978 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs