Brúsajøkul er sonur gívrina í Skælingsfjalli, ta tiltiknu Heimrustina, og tann líka so tiltikna mykinesrisan Óla Rama. Brúsajøkul og Oxakolla, sum er kettan hjá honum við seks beinum, fylgir Brúsajøkli trúliga, hvar so hann fer. Um tað so er at fara eftir mjólk fyri ommuna í Kirkjubøreyni ella at arga grýlurnar í Stiðjafjalli – ella renna undan teimum. Og Brúsajøkul fer víða um landið. Á ferðunum møtir hann nútíðini, og úr hesum kemur nógv skemtiligt burturúr.
Jens Pauli Heinesen (1932-2011) var ein av okkara virknastu rithøvundum og skrivaði millum annað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Brúsajøkul er einasta barnabók hansara.