Bjarta hevur fínar tenn, sum kunnu brúkast til alt møguligt. Nú er songartíð. Kom og busta tenn, Bjarta!
Men Bjarta tímir yvirhøvur ikki at busta tenn …
Silja Aldudóttir skrivar, og Lena Nicolajsen myndprýðir røðina um Bjartu.
"Fittlig og væl myndprýdd barnabók, har sjóneykan er sett á tannheilsu og góðar vanar at busta tenn. “Reinar tenn brenna ikki“ er framvegis galdandi."
- Barnatannrøktin í Havn
"Bókin Bjarta bustar tenn er ein fitt bók við nógvum myndum til tey minstu. Bókin kann vera við til at fáa tey minstu at skilja og tíma betur at ansa eftir tonnunum."
- Barnatannlækni
Silja Aldudóttir (f. 1992) er úr Havn. Silja hevur lisið føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya og starvast sum ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Ódjór er hennara fyrsta útgáva. Hon hevur eisini útgivið stuttsøgur í m.a. Míni jólabók og týtt fleiri bøkur til føroyskt.