Einastandandi hugtakandi søga um ein lítlan drong og abba hansara, sum knappliga broytist.
Við fantastiskum myndum eftir Annika Øyrabø.
Abbi og eg og abbi eru væl.
Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná.
Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná.
Hvat man vera hent við abba?
Dánial Hoydal (f. 1976) er føroyskur rithøvundur og týðari. Hann hevur lisið retorikk og informatikk á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Dánial hevur skrivað barnabókina Í geyma, ið beinanvegin fekk nærum kultstatus, tá bókin kom út í 2002. Í 2024 bleiv Í geyma bleiv útgivin í øktari útgávu.
Í 2021 kom barnabókin Abbi og eg og abbi út, ið fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2022 og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2022. Sama ár útgav Dánial Strikurnar.
Útgávur:
2002 Í geyma
2006 Eygað í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
2021 Abbi og eg og abbi
2022 Strikurnar
2024 Í geyma, 2. økt útgáva
Heiður:
2022 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Abbi og eg og abbi
2022 Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri Abbi og eg og abbi
2021 Bronze MGIP Book Award fyri Abbi og eg og abbi