Klótuklubbin 1 - Svørtu svanirnir

Ruth Lillegraven

Ein bátur rennir á brúnna beint við verksmiðjuna í lítlu bygdini. Vanja, Sívar og Marni uppdaga, at olja er á sjónum, og at hvítu svanirnir eru dálkaðir av svartari olju.

Kann tað vera ríki verksmiðjueigarin, sum stoytir olju á sjógv? Ella er tað Ludvík, løgni hjálparmaðurin hjá honum? Tá ið eingi vaksin trúgva teimum trimum børnunum, mugu tey taka málið í egnar hendur.

Svørtu svanirnir er fyrsta bókin í røð um Klótuklubban; eina detektivstovu, sum tekur sær av málum, ið hava við umhvørvi og veðurlag at gera.

 

Bókin er ein bláur krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2022
  • Ruth Lillegraven
  • Kristianna Poulsen
  • Norskt
  • Jens Kristensen
  • 2022
  • 98
  • Krabbabøkur
  • 978-99972-0-815-6