Veitslan

Í 2009 fór Bókadeildin undir at geva bøkur út um at fara í fyrsta flokk.

Bøkurnar hava lítið av teksti og nógvar myndur.

Yvirskipaða heitið á bókunum er Í skúla. Tær eru lættar at lesa og eisini viðkomandi at lesa fyri børnum, sum skulu í skúla ella júst eru farin í skúla.

Nýggjasta bókin er Veitslan, sum er um eina stuttliga veitslu, sum skal vera í skúlanum, av tí at hann fyllir 10 ár.

Flestu børnini gleða seg, tey sleppa í veitslu, og tey sleppa at lata seg í grýluklæði. Men Maia gleðir seg ikki. Henni dámar ikki at lata seg í grýluklæði, hon vil bara vera seg sjálv.

Men so finna hon og húsvørðurin Uni upp á nakað stuttligt.

Helena Bross hevur skrivað, Christel Rönns hevur teknað, og Kristianna Poulsen hevur týtt til føroyskt.

Bókin er 62 bls. og innbundin.



Aftur