Jugga

10. flokkur í Sandoyar Meginskúla gav í 1974 bókina Biddaradrongurin Jugga út eftir Kirsten Bang. kamma Svensson myndprýddi.

 

Myndin, sum rennur fram fyri meg, nú eg skal skriva um míni barnabókaminnir, er av mær og stórabeiggja Niclasi, sum liggja í songini og lurta eftir søgu, og tað er pápi okkara Dia, sum lesur fyri okkum. Hann lesur bókina Svalbards Robinson, og vit lurta við stórum oyrum og hoyra um løgin hugtøk so sum “skyrbjóg”. Tað er spenningur í luftini og ikki júst ein søga, sum vit sovnaðu av, men eg minnist, hvussu eg elskaði hesar løtur, tá ið pápi okkara fylti rúmið við nýggjum orðum, fremmandum persónum og ókendum støðum – tað kundi eg ikki sovna frá! Svalbards Robinson var bara ein av mongu søgunum, hann las fyri okkum. Eisini minnist eg væl bókarøðina um Peder Most og Robinson Kruso. Hetjurnar í øllum søgunum hava tað til felags, at “tær” eru menn, og um eg skal spíla meg út sum lummahugspekingur eina løtu, so var tað kanska ikki so løgið, at eg sum lítil genta heldur spældi kríggj saman við dreingjunum enn dukkur saman við gentunum.

Ævintýrheimurin, har ið eg kundi flýggja ella droyma meg burtur, var sostatt á mangan hátt mansdomineraður, men eg haldi nú ikki, at eg havi tikið skaða av tí. Heimið hjá mær var jú hvørja viku eitt Alt for Damerne ríkari – ein siðvenja, sum mamma mín tók yvir frá ommu og eg frá mammu – og har vóru hópin av kvinnuligum ímyndum at taka av – ella velja frá. Apropos “ommu”, so var eg so heppin at hava “Jenny-ommu” í føroyskum frá 1. til 3. flokk. Jenny var omma at eini gentu í flokkinum, og hennara deiliga heita og blíða lyndi gjørdi, at vit onnur ognartóku hana sum okkara egnu ommu eisini. Henni dámdi at lesa fyri okkum, og serliga minnist eg eina bók, sum hugtók meg sera nógv. Tað var søgan Biddaradrongurin Jugga, sum búði í India, og eg minnist lýsingarnar av Jugga og fátæka og vesaliga gerandisdegi hansara við Ganges ánna. 

Tá ið eg sjálv byrjaði at lesa bøkur, var mær frítt í boði at velja av øllum hillunum í Bókasavninum í Glyvra Skúla – væl at merkja danskar bøkur, tí ikki vóru serliga nógvar barna- og ungdómsbøkur tøkar á føroyskum. Frílesing var ein yndistími hjá mær og vinkonuni Turid. Vit lósu tær fýra bøkurnar um Guiseppe og Marie – bøkur, sum fóru fram í Italia undir 2. verðaldarbardaga. Eg minnist, hvussu vit báðar livdu okkum inn í søguna um lívið hjá Guiseppe og Mariu, teirra apu og asna, og allar tær vandamiklu hendingarnar, ið teimum var fyri. Heima við hús dámdi mær væl at lesa smáu søgurnar, sum stóðu í Míni Jólabók, og serliga væl minnist eg myndirnar, sum hoyrdu til søgurnar. Eg gjørdist ongantíð liðug at hyggja eftir myndunum, tær vóru so vakrar og veruligar.

Eg elskaði at lesa, og eg las alt, sum kom rekandi framvið; teknirøðirnar um Tintin, Sølvpil, Tarzan, Prins Valiant, sum eg hevði atgongd til heima og hjá góðum grannum, bøkurnar á bókasavninum, vikubløðini í kioskini, har eg arbeiddi í frítíðini og so allar tær ymisku bøkurnar, ið pápi mín átti heima. Hesar løtur, har eg bara kundi kava niður í ein fremmandan heim og ferðast í hesum flotta landslagnum av orðum, setningum og myndum, eru nakrar av mínum allar kærastu minnum frá barndóminum.



Aftur