Kálvamuan

Kálvamuan var fyrstu ferð á prenti í 1949 í søgusavninum Søgubókin, sum Sigrið av Skarði Joensen ritstjórnaði. Hon kom síðan út í 1959 við myndum eftir Fridu í Grótinum. Ungu Føroyar góvu út.

 

“Tá lukkaðist tað lítla Sjúrði at klúgva uppum garðin og seta spannina fyri ta lítlu svørtu kálavamuu sína, við hvítum hala og hvítum frambeinum, sum var so tyst, at hon rendi nøsina niður á botn í spannini og tók hana ikki upp aftur fyrrenn spannin var tóm, tá var hon so blíð, at hon sleikti lítla Sjúrði um hondina.”

Tey flestu hava longu gitt, hvat mítt fremsta litterera barnaminni er. Kálvamuan hjá Sigurði Joensen. Forlagið Ungu Føroyar gav bókina Lítli Sjúrður út  í 1959, prentsmiðjan hjá Marius Ziska prentaði, og í henni eru tvær søgur, ávikavíst Kálvamuan og Gráa Dunna, sum kortini vóru skrivaðar og almennar eitt og tíggju ár fyri hesa samlaðu útgávuna, um Sjúrð, ið má metast sum eitt endurminnandi verk hjá høvundinum frá barnaárunum við Gjógv. Frida í Grótinum í Klaksvík teknaði myndirnar í bókini.

Nú havi eg havt ein sjaldnari uppvøkstur enn tey flestu. Hetta komst av, at pápi mín sigldi úti, eisini tá ið eg var óviti. Útmynstringarnar vóru drúgvar, heilt fram at 27 mánaðum hvørja ferðina, alternativið var tí, at konur og børn fóru út í heim, heldur enn at maðurin kom heim til sín sjálvs og teirra.

Ein av mongum ferðum byrjaði fyrst í september mánaði 1960. Vit sigldu við “Dronning Alexandrine” til Keypmannahavnar, haðani við lunnavagni til Antwerpen, og við skipinum “Belgian Reefer” fóru vit vestur um hav til Panama, har vit mynstraðu umborð í “Hedda Dan” hjá sama útgerðarfelag, - J. Lauritzen. Pápi mín var stýrimaður, og síðani sigldu vit ímillum meginbýirnar á vesturstrond Latínameriku og eysturstrond USA í mánaðir. Hetta var hin sorópta bananrutan. Flaggdagin árið eftir mynstraðu vit av í Philadelphia og komu heimaftur við hinum stóra leinaranum hjá Norsku Amerika linjuni “Stavangerfjord”. Heimafturkomin til Føroya høvdu vit verið burturi stødd í tað mesta av trífjerðingsári. Umframt miklu roynsluna, var størsta broytingin, at eg dugdi ikki at tosa mítt egna móðurmál, staddur aftur í gróartúni í Syðrugøtu. 5 ára gamal og tosaði burturav og bara danskt mál. Málið umborð var sum vera man danskt, og tá ein danskur javnaldur var við foreldrum sínum umborð alla hesa somu tíð, varð føroyska málið týnt úr mínum knokki.

Tíbetur havi eg altíð verið umgyrdur av fólki, sum hava verið tjóðskaparliga kveikt, og sum hava havt ein øgiligan alsk til hitt føroyska málið. Eitt av fleiri dømum er omma mín í Gøtu, sum hevði verið á Háskúlanum hjá Símuni og Rasmusi og konum teirra og har fingið eina tjóðskaparliga og mentanarliga kálvføðing, sum segði spar tvey til alt annað. Tilvitað keypti hon hvørja einastu bók, sum varð givin út á føroyskum, onkuntíð eina til hvørt av teimum sjey børnunum eisini, helt hon at útgávan var nóg týðandi, eitt nú Bíblian. Hetta hevur sett seg í ættarliðini eftir hana, og ivaleyst er morbróðir mín Pól Gregersen, sáli, vit vóru so sera væl, vorðin nakað skakkur um hendan føroyska óvitan, sum gekk og spjallaði við danskari tungu við Guð og hvønn mann í gróartúni fyrst í sekstiárunum. Hann var heilt væl lisin maður, eisini í tí sferuni, sum ikki var gerandiskostur hjá bygdarmonnum um tað mundið. Havi fingið nakrar slitnar heimspekibøkur frá konu hansara síðani, sum eg ikki trúði funnust í umhvørvinum hjá okkum um hesa tíðina.

Hann hevur sæð málsliga vandan eg var í, aldurin var viðkvæmur. Nakað fyri jól í 1962 vóru vit aftur á ferð. Niður við “Tjaldrinum” og mynstraðu umborð á “Indian Reefer” í Holtenau 27. desember, og nú gekk ferðin aftur vestur um havið. Hesaferð við beinari kós til eysturstrond Latínameriku. Argentina, Uruguei og Brasil og haðani heimaftur til Rotterdam. Vit bæði systir mín høvdu fingið hvør sína bók í jólagávu frá Póli og teimum. Í mín lut var fallin Frændaleysur hjá Hector Malot, sum Jákup M. Kjeld hevði týtt, og sum í hesum døgum verður send sum útvarpsleikur í Útvarpi Føroya. Systir mín Valgerð fekk í jólagávu bókina Lítli Sjúrður eftir Sigurð Joensen.

Tað varð lisið fyri okkum, uppí saman aftur, og ferðirnar eru óteljandi, har eg umvegis mammu mína havi verið ígjøgnum hetta universið hjá Lítla Sjúrði, tá hann fer í hagan at geva kálvamuuni mjólk og beinasoð. Kanska hevur hetta verið meira ávirkandi við bryggju í Buenos Aires, Montevideo, Rio de Janeiro, Santos, Recife ella á leiðunum sunnan- og norðanfyri miðkring jarðar, enn tað hevði verið í køkinum í Grógv. Í einum fremmandum heimi varð tú ígjøgnum litteraturin, í huganum, fluttur aftur í egið umhvørvi. Rótin fekk røkt undir øðrum hválvi, og tað bar bara til, tí at mentafólk av sær sjálvum og við egnari uppdrift fóru undir at týða og skriva egnar bókmentir - í hesum førinum til børn. Eitt øgiligt tilvit hesi fólkini hava havt, um áneyðirnar fyri tøkum lesnaði á móðurmálinum, skuldi tjóðin, mentanin og málið framhaldandi vera í góðum standi.

Kálvamuan er søgan um Lítla Sjúrð, sum veksur upp, har trý ættarlið eru undir einari og somu lon. Hann roynir sum frægast at hjálpa ommuni, og hendan dagin fer hann í hagan at geva kálvamuuni mjólk og beinasoð. Tað gongur av skriðuni, hann renur trantin á aðrari tufluni í ein stein, og alt tað, sum kálvamuan skuldi hava, fer fyri skeyti, tá spannin holvir út í lendið. Hann er illa heitin og veit ikki, hvussu fram skal farast, gjøtlar á ymsi borð, men umsíðir vendir hann snútanum omanaftur til ommuna. Hon fyllir á aftur, og hesaferð verður hann latin í kálvskinnsskógvar við hvítum tveingjum og hartil í bláu húgvuna hjá abbanum. Nú skal onki kiksa. Komin niðan til garðarnar er ein øgilig gartan av kýrnum hjá hinum húskjunum í bygdini, men umsíðir fær hann kálvamuuna somikið til viks, at hon kann leppa allan løgin frá ommuni í seg. Hennara grammleiki er tó til endans so trivaligur, at hon fær høddan á spannuni aftur um hornini og fer spelandi til stroks við spannuni niður fyri oyru og eygu. Tey bæði koma til ilnar, kálvamuan og Sjúrður. Hann er líka óður inn á hana, tá hann umsíðir kemur oman til bygdar aftur og hittir ommuna. Hin flógva omman hevur tó í lívsroyndunum lært tað diplomatiið, ið skal til, fyri at snara høvdi hansara, og tá hon hevur tosað hann til rættis og sættis, er hann aftur á bylgjulongd við kálvamuuna. Bommini, hann keypir í krambúðini, fyri oyruni hann fær frá ommuni, gera ikki støðuna verri hendan dagin.

Søgan var rímiliga dagsaktuel í mínum ungu døgum, somikið, at eg sum óviti onkursvegna sá meg sjálvan í Lítla Sjúrði. Helt at eg var Lítli Sjúrður. Sama kenslan sum kom aftur seinri, tá ið kyku myndirnar við kóvboyarum á grasfløtunum hinumegin havið runnu eftir tjaldinum í Glyvra Bio, tað var ikki sørt, at man identifiseraði seg við teir reystastu menninar á rossabaki, tá farið varð til húsar aftur. Havi mangan verið við til at reka neytini niðan geilina í Syðrugøtu, og omman mín á Glyvrum hevði eisini kúgv, sum eg enntá havi mjólkað sjálvur, tí var hetta so sera heimligt, at sita hinumegin Atlantshavið, og fáa lisið fyri sær um hendan erka bygdardreingin hjá Sigurði Joensen, sum livdi í pakt við natúruna og mátti taka tað súra við tí søta, hóast hendan søgan eftir nógvar tvørleikar endar við at Sjúrður sigur við ommuna: “Eg haldi kálvamuan má fáa fulla spann av mjólk í morgin.”

Hetta er tað sterkasta litterera barnaminni í huga mínum. Nógv ár seinri kom eg kenna høvundin, Sigurð Joensen. Kendur løgfrøðingur og politikari. Hann var sjórættarkennari okkara á Føroya Sjómansskúla. Óvanliga birgur til vits, ein sjaldan mentamaður, og so margfalt samanskrúvaður, at hann eisini megnaði at skriva hesa søguna, sum gjørdi okkum báðum systkjunum so stóran mun á ferðunum kring um heimin fyri meira enn hálvari øld síðani.

Tá vit komu aftur av hesari ferðini, við Lítla Sjúrði í viðførinum, hoyrdist ikki danskt mál í spjallanini í gróartúni í Syðrugøtu. Tað mundi Pól morbróðir vera fegin um, hansara kensluliga verkætlan eydnaðist, og tað við lít. Nú situr systir mín norðuri í Klaksvík og lesur upp úr somu bók fyri tvey ára gamla ommusoninum Bethuel, og tað er ikki sørt, at hann eisini er farin at halda seg vera Lítla Sjúrð, á sama hátt sum ommubeiggin fyri so mongum árum síðani.



Aftur