14 ævintýr

14 ævintýr eftir H. C. Andersen

Christoffur Lützen týddi

Tórshavn 1943

 

 

Tá ið eg kom í verðina, fekk eg eina vøggu, sum pápi  hevði smíðað og  málað mær við  myndum úr ævintýrum: ‘ Ole Lukøje’, Tummil lítlu og einum svana.  Sjálvandi man meg ikki minnast vøgguna so væl, frá tá ið eg lá í henni, men eg fekk systrar, sum lógu í somu vøggu, og tí stendur hon klár fyri mær. Pápi segði søgur og sang fyri okkum, altíð tá ið hann var heima, og mamma dugdi væl at fortelja, mest fortaldi hon tílíkt, sum hon hevði upplivað sum barn og ung, og gamlar frásagnir og søgur, sum ikki vóru niðurskrivaðar.
   Vit áttu tær føroysku bøkurnar, sum tá vóru, og hoyrdu søgur úr Sagnum og Ævintýrum, Antologiini, jólabókunum, Følv, Ungu Føroyum,Varðanum o.ø. Nógvar
hoyrdu vit aftur og aftur so ofta, at vit dugdu tær uttanat og kundu fortelja tær.

   ‘Skal eg bera teg ella skal eg draga teg:)’ kundi pápi siga, tímdu vit illa í song, og so var at skunda sær undir dýnuna, meðan pápi stóð í duraopinum og segði frá um lítlu Giljonnu í Risans Klótu ella um Krákudóttur og Kallsdóttur, og so sang hann. Hesar seinnu og aðrar las eg skjótt sjálv, tí eg las tíðliga og nógv og dugdi væl at lesa, tá ið eg 7ára gomul fór í skúla, og øll barnaárini var eg tað, ið kallað varð ein lesihestur. Søgur fingu vit ikki bara um songartíð, nei ofta varð søga lisin sunnudag seinnapart og ikki minst um jóltíðir.

   Vit búðu á bygd, men vit læntu eisini bøkur av bókasavninum í Havn. Sum vit vóru spent, tá ið bókakassin kom vestur. Bøkur bæði til vaksin og børn. Serliga minnist meg, at ein Mit Skatkammer lá  við hvørjum kassa. Í fyrsta kassa var undirheitið Der var engang og í næsta Østen for solen og vesten for månen; sum tað var spennandi. Eg las eisini danskt, annars vóru barnabøkurnar ov fáar, men mær dámdi  best at lesa á føroyskum, tó, nøkur ár seinni, tá ið ungdómsbøkurnar komu fyri, rukku tær føroysku ikki, so tær vóru næstan allar danskar.

   Fyrstu bókaminnini verður spurt um.

   Yndisbók mín var 14. Ævintýr.  Chr. Lützen týddi og gav út í 1943 - 14 ævintýr eftir H.C. Andersen. Eg hevði hoyrt tey ofta, men las tey eisini sjálv sum mína allarfyrstu bók.
   Eldførið var spennandi og øgiligt; eg sá kellingina og hundarnar so týðuliga fyri mær, og eg teknaði kellingina í skóginum og hundarnar niðri í trænum.
   Stóri Klávus og Lítli Klávus var tann stuttligasta av øllum søgum. Eg helt við Lítla Klávusi. Hann dugdi so sera væl at snúgva sær og finna uppá ; sum vit flentu, tá ið hann stáplaði deyðu ommuna upp og lumpaði stóra Klávus.
   Prinsessan á ertrini, sum var so fín, at hon føldi eina ertur ígjøgnum madrassur og undirdýnur , og tann forkelaða prinsessan, dóttir keisarans, sum ikki dugdi á at skyna, hvat ið var ektað og fínt, og hvat bara var eftirgjørt. Hasar spældu vit. Stáplaðu madrassur og dýnur  ella spældu hirðmoyggjar, sum krógvaðu prinsessuna, tá ið hon skuldi mussa prinsin. Pápi hevði lært okkum lagið til ‘Ach du lieber Augustin, alles ist weg, weg, weg’, sum bjøllurnar sungu.  Dólg Hanus var stuttligastur av øllum. Hann sá okkurt spennandi í øllum, og eg haldi, at hann lærdi meg at finna og síggja. Í hvussu  er var ofta hugsað: ‘ Halló! hygg hvat eg fann’, ‘Hvat hevur tú nú funnið’ Eg fann, eg fann, og so var at finna uppá, hvat ið hetta, ið funnið var, kundi brúkast til.
   14 søgur, hvør betur enn onnur, onkur dekan ov stutt og so Snjódrottningin, sum var so sera drúgv.
   Sjálvandi eggjaði henda bókin til at lesa aðrar søgur hjá H.C. Andersen, Ævintýr hjá Grimm, Túsund og eina nátt; men nú mátti so lesast á donskum.

1955 kom ein onnur søgubók út, sum mær dámdi sera væl. Eg var nú 9 ára gomul og flutt til Havnar. 7 søgur eitur bókin við søgum eftir Karbech Mouritsen.
   Karbech sigur í fororðinum, at hann gav tær út, tí so lítið var at gera á prensmiðjuni, og at hann legði dent á at fáa myndir til allar søgurnar, sjálvt um bókin dýrkaði av myndunum, tí hann helt føroyskar bøkur vóru í so kaldar við ongum myndum.
   -Lesibøkurnar hjá okkum vóru kortini ikki kaldar, men fullar av góðum myndum.-
   Oskar Hermannsen hevur teknað myndirnar; teir vóru starvsfelagar báðir.
   Gentan á Gággukassanum er søga, ið eg havi lisið ofta, fyrst sjálv, men seinni havi eg lisið hana nógvar ferðir fyri børnum, heima og í skúla. Tá ið bókin kom út, kendi eg longu gentuna í gággukassanum; hon stóð nevniliga í Følv 1943, so eini jól varð hon lisin fyri okkum í stovuni í Seyrvági. Hon er um gentuna Axu, dóttur Hans Petur, einasta mann í Grasdali, sum búði uttan fyri Stórá. Hans Petur var fiskimaður og traðarmaður, og tey vóru bara trý í húsi: konan, dóttirin og hann. Nógvar ferðir hevði hann søkt um at fáa brúgv um ánna, men teir, sóknarstýrið, sýttu . Nú skal Axa í skúla, og Hans Petur søkir aftur; orðadráttur, deilan og nevaduk í sóknarstýrinum, men eingin brúgv. Pápin fylgir so dóttrini í og úr skúla og leggur henni eina við, ongantíð at fara sjálv; men sjálvandi .. .ein dag er lærarin sjúkur, og børnini fáa frí, regn og illveður er, gentan gongur einsamøll í bygdini, køld og rennvát, og fer so sjálv til hús. Áarførið tekur hana, og hon bjargar sær upp á ein gággukassa, men fellur í óvit. Hon rekur í Skriðudal, og har býr Strikan. Strikan er ræðuliga ónd og tekur gentuna. Beiggjar Strikuna, Skegg-Per og Per-Skeggi, búgva eisini har, teir vóru ikki rættsiktaðir- seinmentir ella heimføðisligir – ‘voyt eg’:)
   Tá ið pápin kemur eftir gentuni, er hon longu farin, og sjálvandi fer maður av húsi at leita, men ikki varð gentan funnin. Ein dag fer ein fittur drongur í Grasdali burtur at ferðast, og ein dagin hann gongur á fjøllum, sær hann Axu. So byrjar eitt spennandi drama; drongurin sigur pápanum frá, pápin at leita, stríðist at fáa gentuna aftur-og endin:) Ja, hann er góður, og Grasdalur fær brúgv um ánna.
   Rossið í reyðum skóm, ein øgilig søga um happing, ilt og gott; Áardalsmenn og aðrar góðar søgur í somu bók.
   Stutt eftir hetta komu donsku Puk-bøkurnar og aðrar gentubøkur, Ditte menneskebarn og aðrar.
   Men søga, alskyns ævintýr og sagnir eru enn góður lesnaður. 



Aftur