Vi på krageøen

Vi på Krageøen eftir Astrid Lindgren, sum fyrst var ein sjónvarpsrøð og filmur, og síðan kom út sum bók á svenskum í 1964.

 

Veit satt at siga ikki rættiliga, hvussu vanligt tað var at lesa upp fyri børnum tá í tíðini, men eg var so heppin at hava eina mammu, sum dámdi tað væl. Eg ørminnist bøkur, sum líktust Glæstribókunum – smáar, klænar bøkur við nógvum myndum (“glansbíløtum”), men eg minnist ikki heitini – ei heldur, hvat tær snúðu seg um. Tó veit eg, at eg tíðliga var sera hugtikin av søguni um Tomme-Lise og bókini Tante Brun, tante Grøn og tante Lilla eftir Elsu Beskow. 

     
Sjálv havi eg “lisið upp”, síðan eg var 3-4 ár – ella hvat eg nú gjørdi. Mamma mín hevði óivað lisið bøkurnar so ofta, at eg dugdi tær uttanat, og síðan “las” eg upp fyri yngru beiggjunum – og hugdi strangliga at teimum, um teir ikki sótu stillir ímeðan. Tað søgdu tey í hvussu er, tey vaksnu – eg minnist tað ikki sjálv. Kanska lunnarnir undir mínum lívsstarvi vórðu lagdir longu tá:)


Fyrstu 2-3 skúlaárini høvdu vit frøkun Larsen, sum hevur lært meg at lesa. Eg veit ikki, nær eg dugdi at lesa, men eg minnist týðuliga, hvussu ein størri verð læt seg upp, tá ið tað hendi.
Í skúlastovuni høvdu vit bókakassar standandi við bókum til frílesing, sum var á tímatalvuni eina ferð um vikuna, umframt at vit fingu loyvi at lesa ta tíð, sum eftir var av tímanum, tá ið vit vóru liðug við eini uppgávu. Eingin ivi er um, at eg elskaði tað – og eg elskaði enn meira at koma uppá til fitta harra Olesen á skúlabókasavninum. Vit vóru har við hvørt, og so fingu vit loyvi sjálv at finna eina bók, sum vit ikki bara skuldu lesa í skúlanum, men kundu læna heim við. Har lænti eg t.d. bøkurnar um Heidi eftir Spyri, Bulderby-bøkurnar eftir Astrid Lindgren, Ole-Aleksander Filibom-bom-bom eftir A. C. Vestly, Det lille hus på prærien eftir Lauru Ingalls og nógvar fleiri.


Ein bók, sum serliga vakti mín áhuga, var Vi på Krageøen, sum eg fekk í jóla- ella føðingardagsgávu, tá ið eg var 10-11 ár. Astrid Lindgren skrivaði bókina, sum kom út fyrstu ferð í 1964. Vi på Krageøen – á svenskum Vi på Saltkråkan – var fyrst sjónvarpsrøð, sum síðan varð gjørd til bók. Sjónvarpsrøðin var eisini send í Danmark mitt í 60-árunum - við danskari frásøgn inn yvir svensku taluna, soleiðis at vit týðiliga hoyrdu svenska málið. Eg haldi næstan, at eg hevði sæð røðina, áðrenn eg las bókina. Tað er eingin ivi um, at eg elskaði Vi på Krageøen – bæði bók og film. Mær dámdi so væl menniskjuni í bókini og tað, tey gjørdu. Tey vóru bæði heilt vanlig og heilt óvanlig og fremmand í senn. Vanlig á tann hátt, at tey vóru vanligar familjur og óvanlig, tí svenska skergarðsumhvørvið var langt frá tí umhvørvinum, eg kendi á fastlandinum í Vesturjútlandi.     
Í bókini hitta vit fyrst familjuna Melkerson umborð á Krageøen I á veg út at halda summarfrí í svenska skergarðinum. Melker er pápin í familjuni, hann er rithøvundur og roynir sum frægast at geva børnum sínum eina góða tilveru uttan eina mammu. Mamman doyði, tá ið 6 ára gamli Pelle var føddur. Stórasysturin Malin, 19 ár, er tí sum ein mamma hjá beiggjum sínum, Johan og Niklas (12 og13 ár) og tí hugsanarsama Pelle – og kanska eisini hjá Melker.
Komin út í oynna møta tey fyrst 6 ára gomlu gentuni Trunte og risahundi hennara, Bådsmand. Trunte er dóttir keypmanshjúnini Nisse og Martha Grankvist, og hon eigur tvær systrar, Teddy og Freddy, íð eru javngamlar við Niklas og Johan. Í somu løtu, tey hava hitt Trunte, er djóraelskandi Pelle vorðin forelskaður í Bådsmand.
Hendingarnar í bókini fara allar fram kring hesar báðar familjurnar, sum - hóast sera ymiskar - verða knýttar saman í sterkum vinalagi.   
Beinanvegin síggja vit, at Melker ikki er so handaligur og hartil eitt sindur óheppin – hann dugir t.d. ikki at kynda í gamla komfýrinum, sum er í køkinum í Snedkergården. Tað regnar fyrsta kvøldið, og tey eru svong – og knappliga stendur grannakonan, Martha Grankvist, har við einum grýturætti til tey. Hon er eisini tann, sum fær eldin í komfýrinum at brenna, sum hann eigur. Hetta verður byrjanin til vinabandið millum familjurnar báðar. Niklas og Johan uppliva nógv spennandi saman við skergarðsgentunum, Teddy og Freddy, meðan Pelle ofta er at síggja saman við Trunte, sum eigur besta og fittasta hundin í verðini. Ein feriugenta aftrat er í oynni, 5-6 ára gamla Stine, abbadóttir ein av teimum fastbúgvandi.
Gjøgnum summarið hendir nógv ymiskt. Teddy og Freddy læra Niklas og Johan at vera í báti, tey gera ein loyniligan klubba, tey villast á sjónum í mjørkanum og nógv annað spennandi. Og tey tíma ikki at hava tey smáu við, hóast tey kortini eru góð við tey. Tað síggja vit t.d. ta ferðina, Pelle og Trunte eru heilt frá sær sjálvum av sorg, tí Bådsmand verður lagdir undir at hava bitið kaninina hjá Pelle til deyðis og roynt at drepa lambið hjá Stine.
Í bókini er eitt alvitandi frásøgufólk, sum sigur frá øllum hendingum, kenslum, sambondum millum menniskjuni í søguni, men samstundis síggja vit nógv úr Malinsa sjónarhorni gjøgnum dagbókina hjá henni. Eg dugdi væl at liva meg inn í sveimandi dagbókatankarnar hjá stórasystrini, sum sera ung hevur fingið stóra ábyrgd í familjuni. Hon skrivar nokk so realistiskt og samstundis eymt um pápan og yngru beiggjarnar, romantiskt um forelskilsi og kærleika og sera poetiskt um summarið, húsið og náttúruna í skergarðinum.
Sjálv var eg nógv saman við drongjum í mínum barndómi, so tað var als ikki ringt at liva seg inn í tilveruna hjá teimum fýra, drongjunum Johan og Niklas og gentunum Teddy og Freddy. Tilsamans upplivdu tey spennandi og stuttligar hendingar, sum vóru realistiskar, men kortini nógv meira spennandi enn okkara upplivingar. Ókrýnda drotningin í oynni, Trunte, roynir saman við Stine at vinna Pelle, men Pelle vil ikki verða vunnin. Han vil vera sín egin – og tað er hann.


Sum sagt elskaði eg Vi på Krageøen, tá ið eg las hana sum barn. Havi lisið bókina aftur nú, og eg haldi enn, at hon er fantastisk. Myndirnar, sum eg hevði í høvdinum, komu ljóslivandi fram aftur. Eg havi notið væl skrivaðu frásøgnina og málið, sum er poetiskt og eitt sindur gamaldags, og eg havi flent og grátið saman við børnunum og teimum vaksnu. Vi på Krageøen er hjartanemandi og rørandi, sorgblíð og stuttlig – alt í senn. Tað hevur verið eitt gott upplivilsi at lesa hana aftur, men samstundis noyðist eg at viðganga, at eg ikki rættiliga eri vís í, um 10-11 ára gomul børn í dag høvdu tímað at lisið hana. Tó so – útgávan (3. útg.), eg las nú, kom út í 2010, so onkur má halda, at hon kann verða lisin enn.  
Nógvar bøkur eftir Astrid Lindgren eru umsettar til føroyskt gjøgnum tíðina, men ikki henda. Veit ikki akkurát hví ...



Aftur