Snjóhvíta og aðrar søgur

Snjóhvíta: ævintýr fyri børn

Símun av Skarði týddi

Fram 1925

 

Pápi las mestsum hvørt kvøld fyri okkum - oftast úr Færøske folkesagn og eventyr.  Men ein søga, sum festi seg í minnið, var Snjóhvíta, sum abbi hevði týtt - m.a. av tí at í søguni verður nógv sagt um litir, men myndirnar eru svart/hvítar, og ti skuldi hugflog til at seta litir á.
   Inni í Grønustovu á háskúlanum, har eg vaks upp, hekk ein stórur málningur, sum S.J. Mikines hevði málað av abba. Og tað var livandi fyri mær, at hann taldi mær søgur - millum aðrar Snjóhvítu. Men 5-6 ára gamal skilti eg, at tað bar ikki til, tí abbi doyði í 1942, og eg eri borin í heim -45.
   Tað fyrsta, eg minnist meg hava lisið sjálvur, var Harubókina - allar tær fittu søgurnar har. Tá ið eg rættiliga las sjálvur, standa Robinson Kruso og Svaldbards Robinson fremst í minninum.
   Abbi man hava teknað seg sum haldara av Norsk Barneblad, og tað kom regluliga til okkara, og á aftastu síðu var teknisøgan Smørbuk (Baldrian), og hana tugdi og tanlaði eg.
   Tann fyrsta útlendska bókin, sum hugtók meg, var Kejserens kurer.
   Robinson Kruso hugtók meg millum annað av tí, at eg nú dugdi at lesa sjálvur, treiska lyndi hansara, sum seinni bloyttist, hansara dirvi og stríð at liva undir  teimum trongu og nærum ómøguligu umstøðum, hann var komin í, hansara sterka vilja at loysa eisini gerandistrupulleikar. Hann fekk pappageykin at siga fyrsta orðið "Pál" og hoyrdi fyri fyrstu ferð í mong ár onkran annan tala við seg, og tað helt eg mundi vera ein tann størsta upplivingin, einum kann vera fyri, tí hvussu gott og einbýli er, er samvera nógv betri. Og soleiðis sum hann bjargaði Fríggjadegi og tann stóri spenningurin í sambandi við hann, var akkurát okkurt fyri ein smádrong.    


 



Aftur