Feðgar á ferð

Feðgar á ferð

 

Bókin kom út fyrstu ferð í 1940, síðan er hon útkomin seks ferðir aftrat.

Hon er týdd til íslendskt, danskt, norskt, týskt, enskt, grønlendskt, polskt og svenskt

 

Tá eg var smágenta, las eg nógvar bøkur og nógv varð lisið  fyri okkum børnum. Pápi mín las nógvar søgur og dugdi so sera væl at gera søgurnar spennandi og livandi. Vit sótu við andakt og lurtaðu og livdu okkum inn í søgurnar. Hann broytti røddirnar og verumátan fyri hvønn persón og fór upp á gólvið at ganga  og veipaði við ørmum og beinum, tá tað var stuttligt og  spennandi, og teskaði, tá tað var nakað óhugnaligt.  
Í nøkur ár gekk eg í skúla í Gøtu, har vóru lærarar, sum  altíð høvdu eina bók, sum lisið bleiv  úr fyri okkum næmingum,  fleiri av teimum dugdu so  ómetaligani væl at siga frá.  Eisini vóru skaldsøgur lisnar upp í  útvarpinum, og vit børn fylgdu væl við, og eingin partur mátti fara burtur ímillum. Eg minnist, at mamma rópti  á okkum, at nú skuldu vit koma at lurta eftir skaldsøgu ella barnaútvarpinum. Tá var alt annað lagt til síðis.  Vóru vit úti og spældu og  veðrið gott, so plagdi hon at  seta eitt transistorradio út á trappuna,  so samlaðust børnini í grannalagnum at lurta, tá so søgan var liðug, so spældu vit víðari.   
Summar søgur vóru stuttligar, aðrar syrgiligar, so tað bleiv flent, tá tað var stuttligt, og gráti, tá tað vóru syrgiligar søgur. Tað var ikki sørt, at vit mangan vóru bangin, tá óhugnaligar søgur vóru á skránni. So vit børn høvdu nógv at tosa um, helst tá farið var til songar.  
Serliga vóru tað bøkurnar hjá Heðini Brú, sum eg var og eri  hugtikin av, tær  eru undirhaldandi og hugtakandi. Heðin Brú dugdi sera væl at lýsa samfelagið, sum tað var fyrr, munin millum tað eldra og yngra ættarliðið,  hvørjar avbjóðingar fólk høvdu í dagligdegnum,  um hvussu baksast bleiv á landi og sjógvi.
Ein bók, sum eg minnist sum nakað serligt, er Feðgar á ferð, sum Marius Johannesen eisini las í útvarpinum. Marius dugdi so væl at lesa og eisini gera søgurnar spennandi og livandi ,  so man kom næstan at kenna persónarnar. Vit hoyrdu jú bara røddina á tí, sum las. Í  dag hava vit sjónvarp og kunnu síggja persónarnar á skíggjanum og hava ikki fyri neyðini at ímynda okkum, hvørjir ella hvussu teir eru, í sama mun.
Eitt stykki, sum sigur so nógv, er, tá feðgarnir fara inn á gólvið hjá doktaranum:


Konan kemur inn. Hon verður eisini standandi stív og spurin. Tey vóru bæði nýliga komin higar til lands úr Danmark, so tey vóru fremmand. Nýra kendi hon ikki, sá bert eitt hvørt, sum bløddi og minti um nýtt dráp. At Ketil var menniskja, ivaðist hon ikki í, men ikki av tí vanliga slagnum, sum hon hevði sæð. Og noktast kann tað ikki, at hann bregðaði eitt sindur frá tí vanliga Vesturbrúmanninum, har hann stóð í  tungum klossum, stikaðum brókum og kotinum niður á knø, breiður og reyðdæmdur, við hvítum blóðdálkaðum skeggi niður á beltið, við lærið hingu tvinnir slíðrar við snikblonkum knívaskøftum uppúr. Og so rætti hann hesar dassleittu hendurnar fram og stóð og loftaði nýranum. Ketil veit ikki síni livandi ráð: “Hví standa tey so vorðin,” hugsar hann við sær. Skilja tit meg ikki, hetta er eitt ferskt grindanýra, eg eri komin at bera tykkum, eitt spinnandi ferskt og stórt nýra. Er tað tvøstsnertin, tit ræðast, so havið ongan ótta, nú skal eg vísa tykkum.” Hann tekur knívin, ein nýbrýndan brand, sum máldi dastið úr alin, sló niður á nýrað og skar: “Hygg, hvussu fekst tað er aftur í benið.”
Men tá bliknaði konan og setti seg í ein stól. Men læknin tók blíður við nýranum. “vit koyra ikki mann avstað aftur, sum kemur at geva tað besta, hann heldur vera,” hugsar hann við sær. ”Komi nú við mær út í køkin, so skulu vit fáa okkum ein kaffimunn.”
Feðgarnir fingu bæðið mat og drekka, og tá ið teir vóru avstað aftur, gav doktarin teimum eina konjakksfløsku: “ Hon kann vera góð at leska seg á hjá tykkum nú í sveigginum” helt hann.
“Ein vælsignaður maður, hasin doktarin,” tosaðu teir, tá ið teir komu út. Tá ið teir koma undir ein heyggj, leska teir sær dúgliga á fløskuna. “Betri vit goymdu okkum restina til kvølds.” So gróvu teir fløskuna niður og fóru út á Hólma, tí nú skuldu seðlarnir koma út.


Sum ung arbeiddi eg í einari kiosk í Havn. Eitt kvøldið kom ein maður at keypa, tá hann so byrjaði at tosa, hvakk eg við, eg kendi røddina aftur og hugdu upp á mannin. Eg hoyrdi ikki, hvat hann segði, tí røddin førdi meg aftur í eina aðra verð, har eg mintist aftur til søguna, hann las upp. Maðurin fór at flenna, tað var nokk ikki fyrstu ferð, hann hevði verið úti fyri at møtt fólki, sum kendu røddina aftur uttan at kenna mannin. So hann smíltist til mín og spurdi, um eg visti, hvør hann var, og hvat eg hugsaði, tá eg hoyrdi hansara rødd. Tá hann var so fyrikomandi og spyrjandi, so kundi eg ikki annað enn varisliga siga Ketil og Kálvur ella Bør Børson :) Tá flenti hann hart og broytti røddina og tosaði sum Kálvur og fortaldi mær, at einaferð var hann komin at keypa í somu kiosk, tá hevði gentan innanfyri diskin havt somu uppliving, sum eg hevði. Hon hevði uttan at hugsa, spyrjandi sagt  “Kálvur” og hann svaraði henni “Ja góða, hetta er Kálvur.”  Eg havi lisið bøkurnar hjá Heðini Brú fleiri ferðir, og altíð komi eg at hugsa um Marius Johannesen, sum tann fryntliga og fyrikomandi mannin eg møtti. 



Aftur