Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Bram Stoker

    1847-1912
    Bram Stoker var írskur rithøvundur, sum er serliga kendur fyri skaldsøguna Dracula.
    Hann var føddur í Clontarf í Írlandi og var sum smádrongur ógvuliga sjúkur, ein sjúka sum gjørdi, at hann ikki fekk gingið. Sjúka og hjálparloysi er at finna aftur í mongum av tí, hann hevur skrivað. At sova í allar ævir og at reisa upp frá deyðum eru týðandi evni í søguni um Dracula, og tað hevði stóran týdning fyri hann, av tí at hann var seingjarliggjandi ein stóran part av sínum barndómi.
    Bram Stoker gjørdist tó frískur, hann fór í skúla, las seinni søgu, bókmentir og alisfrøði á Trinity College. Hann fór seinni at starvast sum journalistur og ummældi sjónleikir í blaðnum The Evening Mail.
    Bram Stoker flutti seinni til London, har hann gjørdist leiðari á Lyceum Theatre.
    Hugskotið til bókina um Dracula fekk hann, tá hann hitti ungarska professaran Arminius Vanbéry, sum segði honum frá søgnini um rumenska fúrstan Vlad Tepes ella Dracula, sum vit betur kenna hann. Bram Stoker fór undir at skriva skaldsøguna, og hon kom út í 1897. Hon er síðan fleiri ferðir gjørd til film, teir seinastu hava Herzog, Coppola og Brooks staðið fyri.


    Útgáva:
    2014 Dracula

     


    Útgávur