Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Mary Shelley

    1797-1851
    Mary Shelly var enskur rithøvundur. Hon skrivaði skaldsøgur, stuttsøgur, drama, essay, ævisøgur og ferðafrásagnir. Hon er serliga kend fyri skaldsøguna Frankenstein, sum kom út í 1818.
    Mary Shelly var dóttir William Godwin, sum var politiskur heimspekingur, og heimsspekingin og feministin Mary Wollstonecraft, sum tó doyði í barsilssong eftir at hava átt Mary.
    Pápin bar so í bandi, at Mary fekk góða útbúgving og eggjaði henni til at lesa og skilja politiskar tekstir og áskoðanir. Í 1814 fekk Mary hug á yrkjaranum Percy Bysshe Shelley. Shelley var giftur, men tá kona hansara tók seg av døgum, giftust hann og Mary í 1816. Tey bóru seg als ikki at, sum vanligt fólk helt vera sømiligt, og vóru tí illa sædd.
    Sama ár, sum tey giftust, vóru tey í Geneve í Sveis saman við lord Byron, John William Polidori og Claire Clairmont. Her fekk Mary hugskotið at skriva skaldsøguna Frankenstein.
    Mary átti fýra børn, har trý teirra doyðu, tað sigst hava havt stóra ávirkan á skriving hennara, sagt verður eisini, at hon hevði skuldarkenslu av, at mamman var deyð av hennara ávum. Í 1822 druknaði maðurin, og hon brúkti stóran part av lívinum at savna saman verk hansara.
    Líka fram til 1970 var Mary Shelley serliga kend fyri at vera kona Shelley og fyri at hava skrivað skaldsøguna um Frankenstein, men síðan er tað komið fram, at hon umframt tað hevur skrivað ein hóp av øðrum tekstum. Hesar tekstirnar vísa, at hon var politiskt radikal alt lívið, og kanska ikki so samd við ta romantisku hugsjónina hjá manninum og við upplýsingarhugsjónina hjá pápanum.


    Útgáva:
    2014 Frankenstein

     


    Útgávur