Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Sigrún Eldjárn

    Sigrún Eldjarn er íslendsk listakvinna og rithøvundur. Hon er fødd 3. mai í 1954 í Reykjavík, har hon eisini býr.
    Hon tók prógv í grafiskari sniðgeving í 1977 og hevur arbeitt við list síðani. Hon hevur havt nógvar listaframsyningar, bæði sjálv og saman við øðrum, í Íslandi, hinum norðurlondunum, Týsklandi, Polandi, USA, Suðurkorea og Japan.
    Umframt at arbeiða við myndum er hon eisini rithøvundur og hevur givið nógvar barnabøkur út. Fyrsta bókin Allt í plati, kom út í 1980. Sigrún Eldjárn hevur myndprýtt fyri fleiri aðrar rithøvundar, t.d. Guðruna Helgadóttur.

     

    Útgáva:
    2014 Óbodnir gestir


    Heiður:
    1998 – Barnabókavirðisløn undirvísingarverk Reykjavíkur fyri Halastjørnan er komin
    2006 - Várvindar IBBY, Ísland fyri myndir og ritstarv
    2008 - Riddarakross íslendsku falkaskipanina fyri ískoyti til íslendska barnamentan
    2011 - Íslendsku bjartskygnisvirðislønina

     


    Útgávur