Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    At leita eftir morðslóðum

    John Townsend

    Prógv í hundraðtali finnast á gerningsstøðum. Nøkur eru greið og sjálvsøgd so sum fótaspor í kavanum ella ein hamari, sum er nýttur til at bróta ein rút. Onnur eru næstan ósjónlig fyri mannaeygum.

    Morð er ein ræðulig brotsgerð, og rættarlæknar eru ein týdningarmikil partur í leitanini eftir sannleikanum um tað, sum hent er. Teir skulu finna út av, hvør deyði persónurin er, sjálvt um fleiri ár eru gingin. Teir skulu neyvt kunna siga, nær persónurin er deyður. Við smáum slóðum kunnu teir vera við til at avdúka ein drápsmann. Ótrúlig gransking av brotsverkum fortelur við smáum dømum og kanningum, hvussu rættarlæknar gera sítt nærlagda og týdningarmikla arbeiði.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2017
    • John Townsend
    • Pauli Hansen
    • enskt
    • ymisk
    • morðgátur
    • 32
    • heft
    • 978-99972-0-325-0