Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Bent Haller

    Bent Haller er danskur rithøvundur, málari og grafikari, føddur 5. juni 1946 uttan fyri Frederikshavn og býr í Thisted.
    Bent Haller hevur skrivað meira enn 50 bøkur, serliga skaldsøgur og stuttsøgur til børn og ung. Fleiri av bókunum eru gjørdar til film. Fyrsta bókin Katamaranen (1976) vann prís sum besta samfelagskritiska ungdómsbók, og tá ið framhaldið Sabotage (1977) kom út, var so heitt orðaskifti um innihaldið, at býráðið í Thisted bannaði báðum bókunum at kunna verða til láns á bókasavninum í býnum. Kanska kendasta bókin hjá Bent Haller er Kaskelotternes sang, sum kom út í 1981. Bókin Børn á markinum kom út í Danmark í 2008.

     

    Útgáva:
    2013 Børn á markinum

     

    Um ritverkið:
    Trisse Gejl: Jeg er en vulkan i udbrud. 22. mai 2009 Information.dk
    Eiler Jensen: Bent Haller, et forfatterskabsportræt: forfatter eller fortæller? Pædagogisk Central, 2001.
    Beth Juncker: Ordet og stenen: linier i Bent Hallers forfatterskab. Høst, 2001.Rasmus Bo Sørensen. Skemalagt læsning. 3. november 2012. information.dk
    Når naboens fliser slår revner: Bent Haller í Ulla Kofod-Olsen: Drøm, digt og virkelighed: samtaler med 15 danske børnebogsforfattere. Høst, 1986
    Henning Mørch Sørensen: Bent Haller – håbets runerister í Kari Sønsthagen og Torben Weinrich (red): Årbog for børnelitteratur. Høst 1998
    Rasmus Bo Sørensen: Skemalagt læsning í Information.dk

     

    Heiður:
    1978 Kulturministeriets børnebogspris
    1996 Skriver prisen
    2000 Nordisk skolebibliotekarforenings pris
    2005 Silas-prisen
    2011 Lívlanga veiting frá Statens Kunstfond

     


    Útgávur