Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Søren Vagn Jacobsen

    Søren Vagn Jacobsen er danskur rithøvundur, føddur í 1946 í Keypmannahavn. Hann hevur starvast sum lærari frá 1969 til 2000.
    Fyrsta bók hansara var Ha´det godt, Kaj; hon kom út í 1979 og vann í einari skandinaviskari ungdómsbókakapping.
    Søren Vagn Jacobsen spennur víða, hann skrivar, science-fiction, krimi og skemtisøgur, umframt at hann hevur skrivað lærubøkur til undirvísingarbrúk.
    Seinnu árini hevur Søren Vagn Jacobsen serliga skrivað lættlesibøkur og hevur vunnið prísir fyri tað.

     

    Útgáva:
    2011 Tummas og tjóvurin
    2013 Jólagávan hjá Monu

     

    Heiður:

    1985 Kommunernes Skolebiblioteksforenings forfatterpris
    1986 Kulturministeriets Børnebogspris
    2002 Skrivaraprísin. Ársins lættlesi-rithøvundur

     


    Útgávur