Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Else Wenz-Viëtor

    1882-1975

    Else Wenz-Viëtor var týskur myndprýðari. Hon var ein av kendastu barnabókamyndprýðarum í Týsklandi í tjúgunum og tríatiárunum.
    Else var fødd í Sorau og vaks upp hjá ommuni og abbanum í Freiburg. Hon var tvær ferðir gift, fyrst við málaranum Carl Rehm og síðan við arkitektinum Paul Wenz.
    Stóra fyrimynd hennara var enski grafikarin Arthur Rackham. Hon var fyri tað mesta sjálvlærd, men tók eitt teknaraskeið á listaskúla í München í 1901.
    Yndismotiv hennara vóru plantur og djór. Hon teknaði altíð plantur og djór við menniskajandlitum, sum var vanligt í tjúgunum og tríatiárunum, tann sonevndi Jugendstílurin. Seinni fór hon tó at tekna við einum meira natúrligum stíli. Hon hevur myndprýtt bøkur m.a. við ævintýrum eftir brøðrurnar Grimm og H. C. Andersen. Myndprýðingarnar hava lýst tann káta og skemtingarsama partin av ævintýrunum.
    Myndabókin Jólaeinglarnir er ein endurútgáva av upprunabókina frá 1932.

     

    Útgáva:
    2010 Jólaeinglarnir

     


    Útgávur