Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Asbjørnsen og Moe

    Peter Christen Asbjørnsen, 1812-1885, og Jørgen Moe, 1813-1882 eru norskir ævintýrsavnar. Teir fóru undir at savna ævintýr í 1837.Tey fyrstu ævintýrini vórðu givin út í 1841 og eru síðan komin út í nýggjum og ymsum útgávum. Ævintýrini hava havt stóran týdning fyri norskt mál og norskan bókmentaligan stíl.
    Eftir at Asbjørnsen og Moe vóru deyðir, stóð sonur Jørgen Moe, sum eitur Moltke Moe, fyri fleiri útgávum.
    Ævintýrini eftir Asbjørnsen og Moe í Stóru ævintýrbókini eru: Teir tríggir bukkarnir Brúsi, Pannukøkan og Maðurin, sum skuldi halda hús.

     

    Útgávur:
    2010 Stóra ævintýrbókin
    2012 Bestu ævintýrini hjá Asbjørnsen og Moe

     


    Útgávur