Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Hin dagin tá ið Rebekka var Rasmus og Fríðrikur var Fríða

    Louise Windfeldt

    Myndabók um Rebekku og Fríðrik, ið kastar ljós á spurningar um javnstøðu.

    Bókin er til børn í barnagarðsaldri.
    Í bókini eru tvær søgur. Tær snúgva seg um ein drong og eina gentu, sum ein morgunin vakna og eru hitt kynið.
    Vit fylgja børnunum ein dag bæði heima og í barnagarðinum og hoyra um, hvat vit vænta og krevja av teimum í mun til, um tey eru genta ella drongur.
    Javnstøðunevndin hevur tikið stig til útgávuna fyri at skapa orðaskifti um kynsleiklut og javnstøðu.

    Stundum hava gentur og dreingir fastlæstar fatanir av, hvussu tey hvør sær skulu bera seg at, fyri at vera ’rættar’ gentur og ’rættir’ dreingir. Hetta kann vera avmarkandi fyri teirra spæl.
     
    Bókin er blivin til í einum samstarvi millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Javnstøðunevndina.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2009
    • Louise Windfeldt
    • Anna Maria Reinert Jensen
    • danskt
    • Katrine Clante
    • javnstøða
    • 28
    • innbundin
    • 978-99918-1-735-4