Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Lucia Engombe

    Lucie Engombe er fødd í Ovambolandi í Namibia tann 13. oktober 1972. Fýra ára gomul noyddist hon saman við allari familjuni at flýggja undan suðurafrikansku hersetingini. Tey búðu í flóttafólkalegu Sambia nøkur ár, áðrenn Lucia 7 ára gomul varð flutt til Eysturtýsklands at ganga í skúla.
    Flytiningin av børnum úr Namibia til Týsklands var ein samstarvsavtala millum frælsisfylkingina SWAPO og eysturtýsku stjórnina.
    Tá ið Berlin-múrurin fall í 1990, var Lucia og øll hini børnini flutt heim aftur til Namibia.
    Eftir nógv stríð at finna familju sína aftur og koma til sættis við heimlandið, sum nú var vorðið fremmant, tók Lucia studentsprógv og fór síðan at læra til journalist.
    Hon hevur starvast í fjølmiðlum síðan 2000.

     

    Útgáva:
    2009 Barn nr. 95. Mín týsk-afrikanska odyssé

     

    Umrøða:
    Jane Paulick: East Germany´s Namibian Adventure. Deutsche Welle 19. november 2004

     


    Útgávur