Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Reyðhúgva

    Jakob og Wilhelm Grimm

    Kenda ævintýrið um Reyðhúgvu er nú komið út við myndprýðingum eftir Ingrid Vang Nyman.

    Ævintýrið um Reyðhúgvu munnu tey flestu kenna.

    Um gentuna, sum var ólýðin og ikki gjørdi, sum mamman segði, og harvið var atvold til, at úlvurin át bæði hana og ommuna.

    Men tíbetur var veiðimaðurin har, hann skuldi, og i røttum ævintýranda verður úlvurin dripin, so hann ikki aftur kann gera skaða.

    Og Reyðhúgva? Jú, hon hevur lært altíð at gera, sum mamman sigur!

     

    Ævintýrini vóru søgd munn av munni, og sum frá leið, tá ið fólk høvdu lært at lesa og skriva, og listafólk og rithøvundar høvdu skrivað tey upp og givið tey út í bók, gjørdust tey okkara felags ævintýrskattur. Og framvegis megna tey gomlu ævintýrini at rúnarbinda okkum. Tey geva okkum spenning, lívsvísdóm, humor, romantikk og nógv, nógv afturat.

     

    Tað er kenda listakvinnan, Ingrid Vang Nyman, sum hevur myndprýtt bókina.

     

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2010
    • Jakob og Wilhelm Grimm
    • Niels Jákup Thomsen
    • týskt (svenskt)
    • Ingrid Vang Nyman
    • ævintýr
    • 16
    • innbundin
    • 978-99918-1-748-4