Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Brøðurnir Grimm

    Brøðurnir Grimm eru tveir týskir filologar, nevndir Jakob Ludwig Karl (1785-1863) og Wilhelm Karl Grimm (1786-1859).
    Báðir brøðurnir lósu rættarvísindi á universitetinum í Marburg. Ein av lærarunum var Friedrich karl von Savigny, sum læt báðar brøðurnar sleppa at lesa í bókasavninum hjá sær.
    Savigny, sum skrivaði søguligt verk um rómararættin í miðøld, fór í 1840 til París og bjóðaði Jakob Grimm at koma við sær sum hjálpari. Tað var her, at tað gjørdist greitt, at Jakob Grimm ikki vildi halda fram at lesa rættarvísindi, men heldur vildi granska gamlar, týskar bókmentir.
    Báðir brøðurnir góvust at lesa, fluttu aftur til Kassel, har mamman búði, og fóru undir at savna ævintýr. Teir savnaðu týsk ævintýr og góvu tey út í bók 1812-15. Kendast munnu vera Kinder und Hausmärchen. Í 1819 kom kom fyrsta bind av ævintýrbókini út aftur av nýggjum, við nýggjum ævintýrum, og har summi av teimum gomlu vóru tikin úr aftur. Í 1825 kom ein lítil eitt binds útgáva av ævintýrum út. Meðan teir vóru á lívi, kom stóra ævintýrsavnið út sjey ferðir á týskum og og tíggju ferðir tað lítla.
    Jakob Grimm arbeiddi eisini í mong ár við týskari mállæru, og Wilhelm Grimm granskaði rúnur.
    Brøðurnir eru eisini kendir fyri at hava skrivað eina orðabók. Teir komu til bókstavin F. Orðabókin eitur bara der Grimm á fólkamunni, og ikki fyrr enn í 1961 varð hon liðug.
    Í dag verður lív og virki hjá brøðrunum granskað á m.a. Brüder Grimm-Museum í Kassel, og flestu av vísindaligu skjølunum hjá teimum eru at finna í statsbókasavninum í Berlin og statsarkivinum í Marburg. Fleiri túsund bind úr savninum hjá brøðrunum Grimm hava síðan 1865 verið ogn hjá Humboldtuniversitetinum í Berlin.
    Í 2005 vóru ævintýrinum hjá brøðrunum Grimm tikin við sum ein partur av verðinsarvi hjá Unesco

     

    Útgávur:
    1968 Fuglurin Griff í Ævintýr 3 (Heðin Brú)
             Lívsins vatn í Ævintýr 3 (Heðin Brú)
    1970 Jarn-Hanus í Ævintýr 4 (Heðin Brú)
    1981 Tann stóra ævintýrbókin
    1989 Grimm ævintýrbókin
    2002 Vakrastu ævintýrini hjá brøðrunum Grimm
             Mariubarnið í Míni jólabók
    2008 Vakrastu ævintýrini hjá brøðrunum Grimm

     

    Heimasíða:

    Brüder Grimm-Museum

     


    Útgávur