Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Jennifer Henke

    1946-2014

    Jennifer Elizabeth Jacobsen var gentunavnið, og hon var fødd í San Fransisco í Kalifornia.
    Hon var dóttir fuglfirðingin Hans Jacobsen, sum familjan í Føroyum misti sambandið við í tjúgunum.
    Hon var yngst av átta systkjum og vaks upp í Dale City, sum er ein forstaður bara ein kilometur úr San Francisco. Heimið lá á San Bruno heyggjunum, og haðani sást býurin og víkin aftanfyri. Í líðunum uppi yvir býnum var vítt um, og góðir møguleikar vóru hjá børnum at spæla.
    Hon fór at lesa á Berkeley í Kalifornia, har hon hitti Curtis Henke, sum gjørdist maður hennara.
    Tey búðu mesta partin av tíðini í økinum við San Francisco víkina. Sonur teirra, Jonathan, varð føddur í 1972, og dóttirin Natasha í 1975; bæði børnini búgva framvegis í økinum við San Francisco víkina. Tá ið Curtis gjørdist doktari í búskapi, starvaðist hann sum granskari í heilsubúskapi við University of California Medical Center í San Francisco, til hann andaðist í 1999.
    Í 1979 fór Jennifer í eitt fyribils parttíðarstarv á University of California Medical Center, men endin var, at hon helt á at starvast har í 26 ár, til hon fór frá við eftirløn í 2005. Mesta partin av starvstíðini var hon forritari og menti eina teldustýrda sjúkujournalskipan, sum varð brúkt á sjúkrahúsum og heilsustovum á heilsumiðstøðini .
    Jennifer hevur altíð verið forvitin eftir at sleppa at kenna heimlandið hjá pápa sínum og familjuna, hann var farin frá.
    Ikki fyrr enn á sumri í 1997 vitjaði hon Føroyar á fyrsta sinni, og úr hesari og mongum fylgjandi ferðum spratt søgan um pápan, sum varð útgivin í 2008.

     

    Útgávur:

    2008 Saknaði sonurin

     

    Umrøða.

    Eilen Anthoniussen: Jennifer fann sína familju. Dimmalætting 22. november 2008
    Snorri Brend: Gátan um saknaða sonin í Fuglafirði. Sosialurin 22. november 2008
    Jústinus Leivsson Eidesgaard: Ein love-story úr Fuglafirði

     

    Heimasíða:

    www.jenniferhenke.com

     

     


    Útgávur