Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Plantagenet Somerset Fry

    1931-1996
    Plantagenet Somerset Fry, føddur Peter George Robin Fry, var enskur søgumaður og rithøvundur.
    Hann las á Lancing College og á St. Thomas´s Hospital Medical School, men kláraði seg illa á báðum støðum.  Hann gavst og fór at arbeiða í staðin.
    Í 1952 arvaði hann eitt sindur av peningi frá ommu síni, hann gavst at arbeiði, giftist og brúkti allan peningin. Síðan gjørdist hann lærari í Weybridge í Surrey.
    Í 1954 fór hann á universitet í Oxford at lesa jura og søgu. Hann manglaði altíð pengar og tók tí mangan lut í kappingum í sjónvarpi fyri at vinna pening. Tað eydnaðist honum at vinna ein hóp av pengum, sum gjørdi hann kendan í Bretlandi og samstundis fór hann at skriva og geva bøkur út.
    Sum serfrøðingur í søgu var hann ógvuliga kendur og hevði stóra eydnu við sær, men í privatlívi sínum var hann ikki líka eydnusamur. Hann giftist fýra ferðir, sat í rullustóli í mong ár vegna bilóhapp og at enda gjørdist hann sjúkur av krabba í maganum.
    Hann noktaði at fáa viðgerð og doyði fyri egnari hond 65 ára gamal.

     

    Útgáva:
    1998 Søgu-Alfrøðin

     


    Útgávur