Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Jørn Jensen

    Jørn Jensen er danskur rithøvundur, føddur í 2. januar 1946 í Taastrup.
    Hann hevur útbúgving sum gullsmiður og seinni sum lærari.
    Hann er serliga kendur fyri at skriva frílesingarbøkur til fólkaskúlanæmingar.
    Bøkurnar, ið hann hevur skrivað, eru fleri enn 300 í tali, og nógvar eru vorðnar klassikarar, t.d. bøkurnar um Pál og pápa hansara.
    Hann hevur starvast sum rithøvundur burturav síðan 2002.
    Jørn Jensen hevur bara skrivað bøkur til veikar lesarar. Um starv sítt sigur hann:

    ”Tær lættastu frílesingarbøkurnar eru eyðkendar av, at søgurnar eru stuttar, orðini eru stutt, setningarnir eru stuttir og settir í stuttar lesilinjur.
    Børn skulu kunna lesa lættar frílesingarbøkur, uttan at ein vaksin hjálpir teimum.
    Prentið skal vera lætt at lesa.
    Søgurnar skulu myndprýðast, og teksturin má ikki fara inn yvir myndirnar og soleiðis gerast óklárur.
    Hugtaksverðin skal hóska til aldurin á børnunum – og bøkurnar skulu vera stuttligar, spennandi ella áhugverdar, annars lesa børn tær ikki.
    Hvørja ferð eg skrivi eina bók, geri eg av frammanundan aldur, lixtal og tekstmongd.
    Lix verður brúkt at rokna út, hvussu lesiligir tekstir eru.
    Lættastu bøkurnar, eg havi skrivað, hava lix, sum er minni enn 4. Tað hevur við sær, at setningarnir sum heild skulu hava færri enn 4 orð. Long orð mugu ikki brúkast – orð við meira enn 6 bókstavum.”

     

    Útgávur:
    2008 Krabbabók - Gev mær posan, Rói (appilsingul)
            Krabbabók - Pál ansar kettuni (appilsingul)
            Krabbabók - Rói og Sanna (appilsingul)
    2009 Krabbabók - Kalt blóð 1. Tey horvnu børnini (blá)
             Krabbabók - Kalt blóð 2. Hin svaki professarin (blá)
             Krabbabók - Pál fer til læknan (appilsingul)
             Krabbabók - Kalt blóð 3. Hin stóri dreygurin (blá)
             Krabbabók - Kalt blóð 4. Tú ert deyður, Teitur! (blá)
             Krabbabók - Kalt blóð 5. Rýmdur (blá)
    2010 Krabbabók - Kalt blóð 6. Hitt triðja træið (blá)
             Krabbabók - Kalt blóð 7. Steðga bumbumanninum (blá)
             Krabbabók - Rói gandar (appilsingul)
             Krabbabók - Smakka maðkar væl? (appilsingul)
    2011 Krabbabók - Hundurin hjá Sáru (reyð)
             Krabbabók - Kalt blóð 8. Føst í eldinum (blá)
             Krabbabók - Kalt blóð 9. Hypnosumorðið (blá)
             Krabbabók - Kalt blóð 10. Deyðin í sjónum (blá)
             Krabbabók - Pál dansar (appilsingul)
    2012 Krabbabók - Andin bankar uppá (reyð)
             Krabbabók - Tey gandaðu dýrini (reyð)
    2013 Krabbabók - Leivur og náttin (appilsingul)
             Krabbabók - Sjórænari (appilsingul)
             Krabbabók - Kavamaðurin (appilsingul)
             Krabbabók - Leikur (appilsingul)
    2014 Krabbabók - Lús og loppur (appilsingul)
             Krabbabók - Sjeikurin hjá Sáru (reyð)
    2015 Alvi fintar
             Alvi og Messi
             Alvi skorar
             Alvi móti Jákupi
             Fyrsti mussurin hjá Sáru
    2016 Pál fær nýtt kamar
             Pál lærir fyrstuhjálp
             Teir óhugnaligu skortarnir
             Hin hvíta hondin
    2018 Pál fær trampolin
             Pápi Pál gandar
    2019 Títtur Pulsur - Bunkarin
              Títtur Pulsur - Úlvarnir

     

    Heiður:
    1997 Skriverprisen

     

    Heimasíða:

    www.joernjensen.dk

     


    Útgávur