Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Vampýrur

    Mary-Jane Knight

    Cornelius van Helsing hevur sæð beiggja sín vikna meira og meir, eftir at vera heimkomin av ferð í Transylvania, har hann saman við øðrum hevur funnið og dripið Dracula greiva.
     

    Sagnir um vampýrar eru at finna í mongum útgávum bæði á mannamunni, sum skrivligt tilfar, filmar, teknirøðir og sjónvarpsrøðir. Kendast man vera søgan um Dracula eftir Bram Stoker, sum kom út í 1897 og er um professaran Abraham van Helsing, sum leitar eftir vampýri.
    Í hesari bókini eitur vampýrajagstrarin Cornelius van Helsing. Hann hevur sæð beiggja sín vikna meira og meir, eftir at vera heimkomin av ferð í Transylvania, har hann saman við øðrum hevur funnið og dripið Dracula greiva.
    Ella – tað heldur hann, tí van Helsing er vísur í, at vampýrurin er endurrisin og saman við hjálpara sínum, Gustavi de Wolff, fer hann at leita eftir honum.
    Vampýrur er ein øðrvísi, spennandi og sera óhugnalig bók. Hon er full av loynidómum og undarligum lutum, sum liggja goymdir her og har í bókini.
    Hetta er ein bók, sum tú kanst lesa umaftur og umaftur.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2007
    • Mary-Jane Knight
    • Anna Maria Reinert Jensen
    • enskt
    • ymisk
    • vampýrur
    • 30
    • innbundin, klaffar
    • 978-99918-1-543-5