Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Knud Hermansen

    1920-2008

    Knud Hermansen er danskur rithøvundur og lærari, føddur í Skodsborg. Hann var læraraútbúgvin og skrivaði ein hóp av lærubókum til fólkaskúlan. Nógv kenna t.d. tær donsku lesibøkurnar Søren og Mette, sum komu út fyrstu ferð í 1954 og bygdu á fonologisku skipanina. Fyrsta bókin hjá honum var tó væl kenda Palo í Grønlandi, sum kom út á donskum í 1947.
    Knud Hermansen var av tí gamla skúlanum, sum skrivaði eitt lætt lesiligt og einfalt mál við nógvum endurtøkum.

     

    Útgávur:
    1975 Lítli Tom, Stóri Tom, gamli Tom og ein apa
    1975 Tveir tjóvar og eitt tjógv
    1978 Lítli, grái maðurin
    1981 Palo í Grønlandi
    2008 Krabbabók - Reyði bilurin (appilsingul)
             So býttur eri eg ikki (appilsingul)
             Heilt til grannabygdina (appilsingul)

     


    Útgávur