Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Lewis Carroll

    1832-1898
    Lewis Caroll var enskur rithøvundur, matematikari og fotografur. Hann er serliga kendur fyri bókina Lisa í Leikalandi (1865) og Through the Looking-Glass (1872).
    Orðaspæl og hugflog hansara hevur hugtikið bæði børn og vaksin og hann hevur givið íblástur til mong listafólk.
    Hann starvaðist sum lektari í støddfrøði í Christ Church í seks og tjúgu ár.
    Tá ið nýggi dekanurin Henry Liddell kom á Christ Church skúlan í 1856, gjørdist Lewis Caroll vinur við hjúnini og tær tríggjar døturnar. Familjan kom at hava stóra ávirkan á bæði sosiala lív hansara og eisini skriving.
    Tað var fyri teimum, at hann segði søguna um Lisu (Alice) og varð eggjaður til at skriva hana.
    Lewis Carroll tókst eisini nógv við myndatøku, og eitt av høvuðsmyndaevnum hansara vóru smá børn, mangan nakin. Tað hevur síðani verið kjakast nógv um hetta fyribrigdið. Karoline Leach, ein enskur rithøvundur, hevur í 1999 skrivað bók um Lewis Carroll og sigur, at hann er misskiltur, av tí at vit ikki hava skilt viktorianskan moral, og seinast hevur Hugues Lebailly, lektari á Sobonne, skrivað um hetta og sammett tað við rákið í viktoriutíðini, har børn nærum vóru dýrkað. Hann gongur harvíð ímóti øðrum metingum av Lewis Carroll og alski hansara fyri børnum, sum nakað ónormalt.
    Tað hevur eisini verið spekulerað nógv um Lewis Carroll brúkti narkotika, men onki er, sum kann prógva tað.
    Helst er tað søgan um Lisu í leikalandi, sum ger, at Lewis Carroll verður fyrimyndin hjá ungdómi í sektisárunum, har hugsanin um narkotika var øðrvísi og fríari enn hon er nú. T.d. skrivaði Grace Slick í Jefferson Airplane sangin White Rabitt, har Lisa í Leikalandi verður lýst sum eitt psykadeliskt tripp.
    Lewis Caroll skrivaði dagbók, men ein stórur partur av henni er burturblivin, bløðini eru skrødd úr dagbókini. Nógv hevur verið kjakast um, hví so man vera.
    Samanumtikið verður Lewis Carroll mettur at vera ein av sermerktastu høvundunum í sínari tíð, sum framvegis hugtekur nútíðarlesaran, og lív og virki hansara hevur verið granskað av mongum.

     

    Útgávur:
    1988 Lisa í Leikalandi
    2010 Lisa í Leikalandi og Inn gjøgnum spegilin

     

    Umrøða:
    Karoline Leach: In the Shadow of the Dreamchild. 1999. Peter Own Publishers, London.
    Robert Douglas-Fairhurst: Alice in Wonderland - what does it all mean? The Guardian 20. mars 2015
    Josh Jones: The Psychological & Neurological Disorders experienced by Charachters in Alice in Wonderland. openculture.com 17. januar 2018

     

    Heimasíða:
    www.lewiscarrollsociety.org.uk


     


    Útgávur