Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Jorge Luis Borges

    1899-1986

    Jorge Luis Borges var argentinskur rithøvundur.
    Í 1914 flutti familja hansara til Evropa og var har til 1921, tá ið tey vendu aftur til Buenes Aires.
    Frá 1956 til 1970 starvaðist hann sum professari í bókmentum á lærda háskúlanum í Buenos Aires.
    Lív hansara var nógv ávirkað av hernaðarstjórnini í Argentina. Mong hava eisini undrast á, hví Borges ikki fekk Nobel heiðurslønina í bókmentum og hava gitt, at tað kanska var orsakað av, at hann serliga í áttatiárunum ikki mótmælti hernaðarstýrunum í Argentina, Chile, Uruguay og aðrastaðni.
    Hann misti so við og við sjónina; av tí at hann ongantíð lærdi seg blindaskrift, gjørdist mamma hansara skrivari hjá honum, til hon doyði.
    Hann var serliga kendur fyri sínar stuttsøgur og yrkingar, men tókst við mangar aðrar greinir av bókmentum, umframt at týða.

     

    Útgávur:

    2002 Líknilsið um slottið í Tað nýggja Atlantis
    2007 Skriftin hjá gudunum. Vencil nr. 2
    2013 Vitnið. Vencil nr. 13

     

    Ummæli/umrøða:

    www.borges.uiowa.edu

     

    Heiður:

    1956 National Prize fyri bókmentir. Universitetið í Cuyo
    1961 Prix Formentor. Altjóða útgevaraheiðursløn.
    1965 Order of the British Empire
    1971 The Jerusalem prize
    1976 Special Edgars
    1979 Cervantes prize
    1980 Prix Mondial Cino del Duca

     


    Útgávur