Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Ray Bradbury

    Ray Bradbury er amerikanskur rithøvundur, føddur 22. august 1920 í Waukegan, Illinois.
    Hann seldi avísir hvønn morgun á gøtuhornum í Los Angeles frá 1938 til 1942, um kvøldarnar var hann á bókasavni, og um dagin sat hann við skrivimaskinuna.
    Hann gjørdist rithøvundur burturav í 1943.
    Tá ið hann gav út The Martian Chronicles í 1950, gjørdist hann kendur sum ein djarvur og visionerur rithøvundur. Kendast av øllum man tó vera skaldsøgan Fahrenheit 451, sum er um ein framtíðar heim, har skrivaða orðið er bannað.
    Samanlagt hevur Ray Bradbury útgivið umleið 30 bøkur, 800 stuttsøgur, umframt ritroyndir, leikir og yrkingar.

     

    Útgávur:

    1987 Drongurin, sum fekk myrkrið til vin
    2002 Vindurin, Líggin, Kaleidoskop og Graslendið í Tað nýggja Atlantis

     

    Ummæli/umrøða:

    Hanus Kamban: Ray Bradbury. S. 339-342 í Tað nýggja Atlantis

     

    Heiður:

    1985 Lifetime Achievement Award. The PEN Center USA
    2000 The National Book Foundation Medal
    2004 The National Medal of Arts

     

    Heimasíða:

    www.raybradbury.com

     


    Útgávur