Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Maxim Gorki

    1868-1936

    Maxim Gorki var russiskur rithøvundur. Hann skrivaði skaldsøgur og stuttsøgur, sum næstan allar vóru um fátækrafólk. Hann var politiskt tilvitaður, var handtikin í 1890, men latin leysur aftur. Var uppi í uppreistrinum í 1905 og varð aftur handtikin, men latin leysur aftur, tá ið nógv lond mótmæltu.
    Hann var í útlegd á Capri 1906 -1914, men fór so aftur til Russlands. Hann tók undir við bolsjevikkunum og var sera væl sæddur í nýggja Sovjetsamveldinum. Býurin Nishni Novgorod, har hann var føddur, broytti navn til Gorki í 1932, men fekk upprunanavn sítt aftur í 1991.

     

    Útgáva:

    1982 Eitt mannabarn verður borið í heim í Firvaldsfikkuni Minnisvarðin

     


    Útgávur