Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Serge Prokofieff

    1891-1953

    Serge Prokofieff var russiskt tónaskald, føddur í Ukraine.
    Hann las við musikkkonservatoriið í Moskva og varð liðugur í 1914.
    Í 1918 fór hann úr Russlandi til USA og seinni til París í Frankaríki. Hann var giftur tvær ferðir. Fyrra konan var sponsk sangarinna, Lina Llubera, sum hann giftist við í 1923. Tey vóru seinni skild og hann giftist aftur við Miru Mendelson.
    Prokofieff er ein av kendastu tónasmiðum í 20 øld. Hann hevur skrivað 7 symfioniir, balletttónleik, operatónleik, filmstónleik (saman við m.a. Eisenstein), verk fyri piano, kórverk og mangt annað.
    Prokofieff doyði sama dag sum Jósef Stalin, og av tí at hann búði tætt við Reyða Torgið, har fólk kom at síggja Stalin, var trupult at bera hann út úr heiminum at jarðast. Til jarðarferðina vóru bara pappírsblómur tøkar, av tí at allar blómur fóru til jarðarferðina hjá Stalin. Eisini var tónleikurin ein bandað upptøka av jarðarferðarmarsjinum í Romeo og Juliu.
    Serge Prokofieff liggur grivin í Novodevichy kirkjugarðinum í Moskva.
    Nógvir tónleikarar hava brúkt ella hava fingið íblástur av tónleikinum hjá Prokofieff; m.a. Sting, Billy Joel, Emerson, Lake and Palmer og Muse.

     

    Útgáva:

    1992 Pætur og úlvurin

     

    Heimasíða:

    www.sprkfv.net

     


    Útgávur