Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Maria Gripe

    1923-2007

    Maria Gripe var svenskur rithøvundur, fødd í 1923 í Vaxholm og flutti til Ørebro tá hon var seks ára gomul.
    Hon var gift við listamanninum Harald Gripe, sum myndprýddi næstan allar bøkurnar hjá henni.
    Maria fór av álvara at skriva, tá ið dóttirin Camilla kom í søgualdurin.
    Fyrsta bókin var I vår stad, sum kom út í 1954, men bókmentaliga gjøgnumbrotið fekk hon við tríverkinum um Hugo og Josefinu (1961-66).
    Í sjeytiárunum skrivaði hon fimm bøkur um drongin Elvis, sum handla um drongin, sum fekk navn eftir størsta idolinum hjá mammuni, Elvis Presley, og sum hevur ilt við at liva upp til tað, sum mamman væntar av honum. Bøkurnar um Elvis Karlsson gjørdust klassikarar í svenskum barnabókmentum.

     

    Útgávur:

    1995 Josefina
    1996 Hugo
    1996 Hugo og Josefina
    1998 Agnas Silja – ein sjáldsom søga

     

    Umrøða:

    Birgitta Fransson: Minnet av Maria. Opsis Kalopsis 3/2007
    Carina Lidström: Maria Gripe och filosofferna. Opsis Kalopsis 1/2014
    Birgitta Fransson: Om skuggor, namn och identitet. Opsis Kalopsis 1/2014
    Lena Kåreland: Maria Gripe och klassfrågan. Opsis Kalopsis 1/2014

     

    Heiður:

    1963 Nils Holgarsson-plaketten fyri Hugo og Josefinu
    1966 Expressens Heffaklump fyri Hugo
    1972 Astrid Lindgren priset
    1974 H. C. Andersen medaljen
    1982 Premio Nacional frá spanska Mentanarráðnum
    1985 Norðurlendska skúlabókavarðafelagsins barnabókaprísur
    1992 Almänna Barnbördshusets stora pris

     


    Útgávur