Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Ragnheiður Gestsdóttir

    Ragnheiður Gestsdóttir er íslendskur rithøvundur og myndprýðari, fødd í Hafnafirði í 1953.
    Longu 19 ára gomul tók hon læraraprógv. Síðani las hon bókmentafrøði við lærda háskúlan í Reykjavík og listasøgu í Århus.
    Afturkomin til Reykjavíkar fór hon aftur at lesa bókmentafrøði og varð spakuliga drigin inn í arbeiðið at myndprýða og skriva.
    Hon hevur eisini arbeitt sum lærari og skúlabókavørður og verið ritstjóri á forlagi, sum gevur út undirvísingartilfar til grundskúlan.
    Hon hevur skrivað og myndprýtt fleiri enn tjúgu bøkur og hevur fingið nógvar heiðurslønir í heimlandi sínum.
    Í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fylti 50 ár í 2006, var Ragnheiður Gestsdóttir í Føroyum og vitjaði.

      

    Útgávur:

    2006 Leikur í talvi
    2007 Svørðberin

     

    Umrøða:

    Norðurlendska barnabókavirðislønin

     

    Heiður:

    2000 Íslendska barnabókavirðislønin fyri Leikur í talvi.
    2005 Norðurlendska barnabókavirðislønin fyri Svørðberin
    2005 IBBY - virðisløn fyri rithøvundaverk sítt.

     


    Útgávur