Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Sólrún Michelsen

    Sólrún Michelsen er føroyskur rithøvundur, fødd 11. mars 1948 og er uppvaksin á Argjum.
    Hon er gift og eigur trý vaksin børn og starvaðist sum stjóri á fyritøku, sum hon og maðurin eiga. Hon gavst sum stjóri í 2008 og arbeiðir nú sum rithøvundur burturav.
    Fyrsta bók hennara var um uppvøksturin á Argjum, um at vera argjafrensur, hon kom út í 1994. Hon hevur eisini skrivað søgur í Mína jólabók.
    Ritverk hennara fevnir um barnabókmentir, fagurbókmentir til vaksin, yrkingar til børn og vaksin og sálmar.

     

    Útgávur:

    1992 Jól hjá Onnu og Jákupi – í Míni jólabók
    1994 Argjafrensar
    1996 Útiløgukattar
    1997 Emma – Míni jólabók
    1998 Tann fyrsta flykran, Eg kenni eina vættur í Míni jólabók
    1999 Hin útvaldi
             Barnajól, Magga í Míni jólabók
    2000 Gásasteggin, Postboð í Míni jólabók
    2001 Fuglakongurin, Hinumegin vindeyga í Míni jólabók
    2002 Geislasteinar
    2003 Loppugras
            Tann fyrsta flykran fall í dag, Ein dag eg lá á bønum í Míni jólabók
    2005 Sápubløðran í Míni jólabók
    2006 Óvitar í Spøkilsið sum flenti
             Summi renna í stuttum brókum í Vencil 1
    2007 Gjøgnum skygnið í Vencili 3
            Jólagávan í Mín jólabók
    2009 Hin blái eingilin í Vencili 6
            Kantatusálmur í Vencili 7
           Sjúrður og dvørgamoy í Míni jólabók
    2011 Sjósavnið hjá Høgna í Míni jólabók
    2012 Útoyggj í Vencili 11
             Sjúrður og drekin í Míni jólabók
    2013 Torkils døtur
    2015 Sunudagur í Vencili nr. 15
    2017 Halla og Hanus í Míni jólabók
    2019 Skriving í Vencil nr. 20

     

    Ummæli/umrøða:

    Ólavur í Beiti: Útiløgukattar eru vit jú øll – Oyggjatíðindi 20. november 1996
    Hugin Eide: Endurminningar ella skaldsøga – Føringurin 19. desember 1996
    Malan Marnersdóttir og Jóna Malunardóttir: Útiløgukattar. Skúlablaðið nr. 8 1996
    Jógvan Isaksen: Lív og levnaður á Argjum og í Havn. Sosialurin 21. mars 1998
    Turið Kjølbro: Ógvuliga gevandi at skriva til børn – Sosialurin 18. desember 1999
    Marna Jacobsen: Fjakkarin. Bragi nr. 1 2000
    Dagny Joensen: Byrjaði at skriva tá børnini fluttu heimanífrá – Bókajól 16. november 2000
    Birgir Kruse: Spírin verður lagdur í barnaárunum – Sosialurin 9. desember 2000
    Sólrún Michelsen: Ein fragd at skriva til børn. Skúlablaðið nr. 4/2003
    Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Hostajavni nalvagras. Fregnir 19 des. 2003
    Anna V. Ellingsgaard: At skriva er mín rúsur. Sosialurin 31.oktober 2008
    Turið Kjølbro: Páll fangi og Torkils døtur. Skúlablaðið nr 1/2015
    Dorit Hansen: Hetta er meira enn tað. Varðin 84/nr 1 2017

     

    Heiður:

    2002 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs
    2002 Í uppskoti til Norðurlendsku barnabókmentavirðislønina fyri Hin útvaldi og Geislateinar
    2004 Í uppskoti til Barnabókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri Loppugras
    2008 M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagurbókmentir

     

     

     


    Útgávur