Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Steinbjørn B. Jacobsen

    1937-2012

    Steinbjørn B. Jacobsen var føddur 30. september 1937 í Sandvík. Var giftur við Ingrid, og tey fingu fimm børn.
    Eftir at hann hevði tikið realprógv var hann til skips undir Grønlandi og Íslandi.
    Var á háskúlaskeið á Ask háskúla og fór síðan at læra til lærara á Den Frie Lærerskole í Ollerup, verið lærari á Osted Fri- og Efterskole og á frískúla í Vilsted, var á skeið á Krabbeholm háskúla í Skive og tók Dansk Semenariumeksamen í sjey lærigreinum.
    Starvaðist síðan sum lærari á Skt. Frans skúla og í Húsavík frá 1966 til 1970, har hann var virkin í ungmannafelagslívinum og setti tveir leikir á pall har.
    Var stjóri á Føroya Fólkaháskúla frá 1970 til 1980 og frá 1981 til 1997 starvaðist hann á Tórshavnar kommunuskúla.
    Var við til at endurstovna Rithøvundafelagið í 1967 og var valdur í nevndina, har hann sat til 1979.
    Hann stjórnaði fastari síðu í blaðnum Glugganum, sum kom út aftur í 1968.
    Var við til at stovna Fólkafylkingina móti EEC í 1971 og var virkin har.
    Var ritstjóri á Varðanum saman við Gunnari Hoydal frá 1977 til 1981.
    Var nevndarlimur í nýstovnaða Móðirmálslærarafelagnum frá 1981 til 1987.
    Steinbjørn hevur latið ein hóp av skrivligum tilfari frá sær, serliga yrkingar, myndabøkur, barnabøkur og sjónleikir, hann hevur eisini gjørt skrivað og savnað tilfar til frálæru í føroyskum, seinast hevur hann skrivað endurminningar í tveimum bindum. Umframt at hava givið út á okkara forlagi hevur hann eisini givið bøkur sínar út á forlagnum Steplið, Fannir og Føroya Skúlabókagrunni.
    Tær tríggjar ryssubøkurnar, Hin reyða ryssan, Maria og rossið og Reyða komu eisini út í norskari týðing.

     

    Útgávur:

    1979 Hin reyða ryssan
    1980 Maria og rossið
    1980 Eyð í Míni jólabók
    1981 Lív og dýrini
    1983 Reyða
    1984 Læraramyndir. Skúlablaðið. Serblað
    1984 Si og Sú
    1987 Si og Sú síggja
    1989 Vár og mánin
    1991 Tvey systkin
    1992 Lítli Páll í Nólsoy
    2004 Stóri Sverri og lítli Sverri í Míni jólabók
    2004 Grund 1
    2005 Grund 2
    2008 Hon og hann í hálva øld í Vencili 5

     

    Umrøða/ummæli:

    Árni Dahl: Bókmentasøga 3. bls. 67-71
    Malan Johannesen: Reyða. Brá nr. 5 1984
    Martin Næs: Tolin trívst og treiskni vinnur. Sosialurin 1. oktober 1987
    Marna Jacobsen: Si og Sú síggja. Brá 13/1-1989
    Bjørg Matras: Vár og mánin. Skúlablaðið 5/1990
    Martin Næs: lítli Páll í Nólsoy í Hvør eigur flaggknappin? 1995
    Jógvan Isaksen: Barnaár í Sandvík. Sosialurin 18. des. 2004

     

    Heiður:

    1976 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs
    1981 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagurbókmentir
    1985 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs

     


    Útgávur