Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Thorbjørn Egner

    1912-1990

    Thorbjørn Egner er norskur rithøvundur uppvaksin á Kampen í Oslo.
    Hann hevði útbúgving sum teknari og starvaðist nøkur ár sum teknari. Samstundis fór hann undir at skriva barnabøkur og gjørdi hoyrispøl til útvarpið, m.a. um Karius og Baktus.
    Bøkurnar um Karius og Baktus, Valbakkaskógin og Kardamummubýin eru týddar til til fleiri mál og verða framførd sum sjónleikur runt um í heiminum.
    Fólk og dólgar í Kardamummubýnum og Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum eru eisini gjørd sum hoyrispøl og hava verið at hoyrt í Útvarpi Føroya fleiri ferðir.
    Karius og Baktus er eisini gjørdur sum dukkufilmur.
    Í Kristiansand Dyrepark stendur Kardamummubýurin í fullari stødd.

     

    Útgávur:

    1961 Karius og Baktus
    1979 Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum
    1980 Fólk og dólgar í Kardamummubýnum
    1987 Karius og Baktus 2. útgáva
    1991 Karius og Baktus 3. útgáva
    1994 Karius og Baktus 4. útgáva
    1994 Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum 2. útgáva
    2002 Fólk og dólgar í Kardamummubýnum 2. útgáva
             Karius og Baktus. 6. útgáva
    2007 Fólk og dólgar í Kardumummubýnum 3. útgáva
    2009 Karius og Baktus 2. broytta útgáva
    2014 Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum
               Fólk og dólgar í Kardamummubýi, 4. útg.
    2018  Fólk og dólgar í Kardamummubýi, 5. útg.
              Karius og Baktus 3. upplag
    2019 Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum
    2021 Karius og Baktus 4. upplag

     

    Umrøða:

    Thorbjørn Egner – et selvportrett. Aschehough 2001
    Det bør ende godt også for rever og røvere. 1969.
    Interview í Aftenposten, 1969-09-20.
    Tveterås , Herald & Matheson, Frederik (red.): En bok om Thorbjørn Egner.1972.
    Beyer , Edvard (red.): Norges litteraturhistorie, bind 5.1975.
    Egner egner seg til alt.1976.
    Interview i Aftenposten, 1976-12-04.
    Birkeland , Tove, Risa, Gunvor og Vold, Karin Beate (red.): Norsk barnelitteratur.1997
     
    Heiður:
    1953 Kulturdepartementets premiering av barne- og ungdomslitteratur
    1955 Kulturdepartementets premiering av barne- og ungdomslitteratur
    1958 Illustrasjonprisen ved Kulturdepartementets premiering av barne- og ungdomslitteratur
    1962 Bokkunstprisen
    1979 Cappelenprisen

     


    Útgávur