Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Cecil Bødker

    1927-2020

    Cecil Bødker var danskur rithøvundur, fødd 27. mars 1927 í Fredericia og uppvaksin har. Cecil Bødker var útlærdur silvursmiður og starvaðist nøkur ár við hesum, men fór so av álvara undir at skriva.
    Fyrsta útgávan var yrkingasavnið Luseblomster, sum kom út í 1955. Sum barnabókarithøvundur gjørdist hon kend í 1967, tá ið bókin Silas og svarta ryssan kom út. Bókin vann eina kapping, sum Det danske akademi útskrivaði mitt í sekstiárunum. Síðani hevur hon skrivað ein hóp, ritverkið er ógvuliga fjølbroytt og umfatar barnabøkur, yrkingar, skaldsøgur, hoyrispøl, ferðafrágreiðingar, bíbilskar frásøgur og leikir. Umframt bøkurnar, Bókadeildin hevur givið út, eru eisini bøkurnar Sonur Mariu. Drongurin og Sonur Mariu. Maðurin komnar út á føroyskum.
    Afturvendandi motiv í barnabókunum er frælsi og ábyrgd. Frælsi kann skerjast av fátækdømi og neyð, men eisini av ríkidømi og yvirflóð - ella av vaksnum.

     

    Útgávur:
    1975 Silas og svarta ryssan
    1989 Maria úr Nasareth
    1990 Silas og Bein-Godik
    2005 Hungursbarnið

     

    Ummæli/umrøða:
    Gormsen, Jakob: Cecil Bødker 1976
    Gormsen, Jakob: Elleve nordiske børnebogsforfattere. 1979
    Poulsen, Jens Aage: Cecil Bødker 1995
    Jakobsen, Gunnar: Cecil Bødker. 2001
    Jakobsen, Gunnar: Tæt på Cecil Bødker. í Børn og bøger. nr 6, 7, 8/ 2001
    Janus Neumann: Silas og den sorte hoppe. Bogbotten.dk 9. desember 2015

     

    Heiður:
    1968 Kulturministeriets Børnebogspris fyri Silas og svarta ryssan
    1976 Ibby´s H. C Andersen-pris
    1983 Egholtprisen fyri Silasbøkurnar
    1983 BMF´s Børnebogspris fyri Sonur Mariu – Drongurin og Sonur Mariu - Maðurin
    1984 Boghandlernes Gyldne Laurbær
    1987 Søren Gyldendal-Prisen
    1988 Ragne Sidens Litteraturpris for kvinder
    1992 Danmarks skolebibliotekarforenings Børnebogspris
    1996 Dansk Forfatterforenings Jubilæumspris
    1998 Det Danske Akademis Store Pris
    2002 Lo´s Kulturpris

     


    Útgávur