ELENA FAVILLI er ein heiðursløntur journalistur og miðla-íverksetari. Hon hevur starvast á Colors tíðarritinum, McSweeney´s, Rai, II Post og La Republica og hevur staðið fyri talgiltum lesistovum á báðum síðum av Atlantshavi. Hon hevur MA í teknfrøði frá universitetinum í Bologna (Italia), og hon hevur lisið talgiltan tíðindaflutning á U. C. Berkeley. Í 2011 fór hon undir fyrsta iPad tíðarritið fyri børn saman við Francesca Cavallo, Timbuktu Magazine. Hon hevur stovnað CEO av Timbuktu Labs. Góðanáttsøgur til rebelskar gentur er hennara fimta barnabók.

 

FRANCESCA CAVALLO er rithøvundur og ein heiðursløntur leikstjóri. Hon hevur MA í leikstjórn frá School of Dramatic Art ”Paolo Grassi” í Milano (Italia). Sum gløðandi social-nýskapari hevur Francesca stovnað Sferracavalli, ein altjóða festival fyri burðardygt hugflog í Suðuritalia. Í 2011 stovnaði hon saman við Elena Favelli Timbuktu Labs, har hon er kreativur stjóri. Góðanáttsøgur til rebelskar gentur er hennara sjeynda bók.

 

Elena og Francesca búgva í Venice í Kalifornia.

 

Útgáva:

2018 Góðanáttsøgur til rebelskar gentur

 

 

Ummæli:

Good Night Stories for Rebel Girls: a collection of feminist bedtime stories. manvspink.com

 

Georgina Rannard: The anti-princess book teaching girls to rebel. BBC News 6. mars 2017

 

Fiona Noble: Good Night Stories for rebel Girls review – a real inspiration. The Guardian 4. apríl 2017

 

Daphne Lee: Good Night Stories for Rebel Girls: 100 tales of extraordinary women. www.star2.com 23. juni 2017

 

Catalina Sofia Dansberger Duque: Q & A. Elena Favilla and Francesca Cavallo on Good Night Stories for Rebel Girls and why children´s books need feminism. MS. Blog Magazine 26. Juni 2017

Elena Favilli/Francesca Cavallo

 

Góðanátt søgur til rebelskar gentur

Góðanáttsøgur til rebelskar gentur ger ...

Góðanáttsøgur til rebelskar gentur ger ævintýr av nýggjum.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo